Tað er myndakvinnan, Kristfríð Tyril, sum tekur myndir til bók um Jóannis Kristiansen, ið Petur Martin Petersen úr Fuglafirði hevur tikið stig til.
Jóannis Kristiansen – sum var føddur 12. februar 1918 í Lorvík – andaðist í Keypmannahavn 3. mars 1988. 1944 til 1948 var hann næmingur á Kunstakademinum á málaraskúlanum hjá Aksel Jørgensen.
##med4##
Jóannis hevði eitt serligt ljósspæl í sínum málningum og var tað oftani landslagsmyndir úr Lorvík og har umvegir, sum vóru hansara myndevni. Hann var eisini góður portrettmálari.
Jóannes var impressionistur og kolloristur og hevði serliga gott tak á ljós- og skuggaspælinum í myndunum.
##med5##
100 ára hald
Í 2018 var hátíðarhald í Lorvík og Fuglairði í sambandi við at Jóannis Kristiansen kundi hildið sín 100 ára føðingardag.
##med6##
Tá var eisini henda sama bókin um listamannin í stoypiskeiðini, men eydnaðist ikki at fáa hana liðna til høvið.
##med7##
Tað er serliga Petur Martin Petersen, systirsonur listamannin, sum altíð hevur verið hugtikin av Jóannesi og hevur savnað ein heilan hóp av verkum eftir Jóannis, ið hevur skrivað bókina, sum kemur út seinni í ár.
##med8##
Tey hava tikið myndir av eini 300 verkum, men skulu brúka 110 myndir, sum verða valdar út til endamálið.
##med3##
##med2##