Í kvøld verður skipað fyri mentanarnátt á Tvøroyri, har nógv ymiskt er á skránni. Stundisliga í morgun lótu handlarnir upp, sum eru við í tiltakinum, og opið verður til klokkan 22 í kvøld.
Í dag er útferð í Hvannhaga, og eisini er útferð í Snæbjarnarsporum, sum tað verður rópt.
Í býráðssalinum á Tvøroyri eru ymisk tiltøk, og millum klokkan 13 og 22 í dag verður salurin karmur um brúktbókasølu - og eisini verður býráðssalurin opin fyri listaframsýning, har høvi er til kaffi og prát.
Millum klokkan 16 og 18 verður enn eitt tiltak í býráðssalinum, har Helgi Eidesgaard og Rasmus Nolsøe fara at greiða frá Tvøroyri sum framleiðslu-og vitanarhøvuðsstaði.
Í Gallarí Oynni er málningaframsýning, og aðrar framsýningar eru eisini á skránni á Tvøroyri í dag og í kvøld.
Neyvari kunning um mentanarnáttina á Tvøroyri kann lesast á facebook-profilinum hjá Kunningarstovuni á Tvøroyri.
Í ljóðbrotinum niðan fyri greiðir borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, frá mentanarnáttini.