Fríggjadagin 11.juli verður mentanarnátt á Tvøroyri. Tað er Tvøroyrar kommuna, ið stendur fyri mentanarnáttini.
Fleiri málningaframsýningar og aðrar framsýningar eru á skránni, eins og ítróttarfeløgini skipa fyri tiltøkum. Millum annað skipar TB fyri uppboðssølu, meðan FSR skipar fyri rógvikapping. Eisini er gjørligt at keypa sær okkurt til matna ella eitt heimagjørt plagg. Mentanarnáttin endar við stórdansi í Klubbanum.