Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar á Eiði

Ársins mentanarvirðislønir hjá landinum verða handaðar í Kolshøll á Eiði, fríggjakvøldið 21. november kl. 20.00.

Virðislønirnar verða latnar listafólkum og mentafólkum, sum í sínum arbeiði hava útint serlig listarlig avrik og hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Tað er landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, ið handar virðislønirnar.

 

Tríggjar virðislønir verða handaðar:

 

Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

 

Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

 

Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

 

– Handanin av mentanarvirðislønunum eru ein hátíðarløta fyri okkum øll. Virðislønirnar minna okkum á, hvussu stóran týdning list og mentan hava – í sjálvum sær og sum grundarlag undir sjálvsfatan, felagsskapi og trivnaði. Við mentanarvirðislønunum vil landið sýna virðing og takksemi mótvegis teimum, ið eru við til at gera okkara mentan livandi, sterka og sjónliga, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

 

Tiltakið verður í mentanarhøllini Kolshøll, ið er gamla fimleikarhøllin í Eiðis skúla. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.

 

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum.