Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, og hennara kristiligu demokratar fingu ein dyggan frmmaná á landspartavalinum í Hamburg í gjár. Flokkurin fekk bara 21,9 prosent av atkvøðunum ímóti 42,6 prosentum á valinum í 2008, og so stóta afturgongd hevur flokkurin ikki havt í Hamburg síðani seinna heimsbardaga, skrivar DPA.
Tann stóri vinnarin í gjár var sosialdemokratiski flokkurin SPD. Flokkurin fekk 48,3 prosent av atkvøðunum og fær aftur leiðsluna í Hamburg eftir at hava verið í andstøðu har í 10 ár. Tað góða úrslitið gevur sosialdemokratunum 63 av teimum 120 tingsessunum og sostatt meiriluta.
Landspartavalið í Hamburg er tað fyrsta av sjey landspartavalum í ár. Eygleiðarar vænta ikki, at teir kristiligu demokratarnir fara at standa seg so illa allastaðni sum í Hamburg, tí har vóru ávís lokal viðurskifti, sum ávirkaðu valúrslitið, siga teir.