Í vikuni kom loksins niðurstøðan frá § 6 nevndini, at Føroyar hava heimild at gerast limir í WTO. Eftir minst 20 ára oyðimarkagongd og støðugt stríð við danska løgmálaráðið um tulkingina av grundlógini, um hvørt Føroyar hava heimild ella ikki at fáa limaskap í hendan so avgerandi felagskap fyri føroyskt vinnulív, WTO, fingu Føroyar viðhald í hægsta rætti. Siðani 2015 hevur tað verið greitt, at vit komu ikki víðari við málinum, orsaka av eini tulking hjá danska løgmálaráðnum, og í fjør samdust samgonguleiðararnir fyri Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, at nú mátti annar leistur finnast til tess at vinna Føroyum víðari uttanríkispolitiskar heimildir. Her var § 6 í heimastýrislógini tikin í nýtslu, har 2 umboð fyri Føroyar og 2 umboð fyri Danmark skuldu koma til eina niðurstøðu um limaskap, og um ongin semja bleiv millum umboðini hjá donsku stjórnini og føroya landsstýrið var tað upp til 3 hægsta rættardómarar at taka avgerð.
Tað vóru løgfrøðingarnar, Bjørn Kunoy og Sjúrður Rasmussen, sum blivu útnevndir at umboða Føroyar í hesum trætumáli, og teir megnaðu við dugnasemi at vinna á donsku stjórnini, og fingu viðhald í hægsta rætti í tulking føroyinga. Teir eiga stórt rós uppiborið fyri hetta megnar arbeiði, sum nú kann lata dyrnar upp fyri føroyskum vinnulívi úti í heimi, sum kann vera við til at økja um okkara útflutningsvirði og harvið styrkja búskaparliga virði føroyinga.
Hetta er besta dømi um týdningin av, at vit hava dugnalig fólk í Føroyum, og prógvar eisini týdningin av, at tað er umráðandi at raðfesta løgfrøði á Fróðskaparsetur Føroya, tí hetta kann gerast ein strategisk góð íløga fyri Føroyar, og sum eg veruliga vil arbeiða fyri politiskt. Hægsti rættur hevur tikið undir við føroysku tulkingini av stjórnarrættarstøðuni, ið er ein uppgerð við elligamla uppáhaldið í danska løgmálaráðnum, sum hevur bundið Føroyar niður. Gamla danska tulkingin, sum nú er kolldømd í hægsta rætti hevur í veruleikanum verið ein fótleinkja hjá Føroyum, at vit ikki kunnu gera altjóða avtalur í egnum navni, har Danmark frammanundan er limur, tí hetta var í stríð við grundlógina.
At Føroyar nú kunnu gerast limir í WTO, heimshandilsstovninum, i egnum navni, Føroyar, er størsta framstig á sjálvstýrisleið síðani fiskimarkið varð flutt út á 200 fj í 1977 og yvirtøkuna av ráevnunum í undirgrundini í 1992. Tí undrar tað meg, at miðlarnir ikki hava sýnt hesum máli størri ans enn tað sama, tí hetta er ein kollvelting í søgu Føroya.
Sambandsflokkurin fegnast í miðlunum um, at hetta ber til í einum felgaskapi við Danmark, men hetta er løgin útlegging, tí vit kunnu spyrja, hvat hava Føroyar mist av inntøkumøguleikum øll hesi árini, vit eru komin á stongar dyr í danska løgmálaráðnum ? hvørjar avtalur og hvørjar marknaðir kundu føroyskt vinnulív ikki havt fingið øll hesi árini, um danir ikki høvdu tvíhildið um, at vit ikki hava rætt til limaskap í WTO? Og var tað ikki fyri samgonguna, og samgonguleiðararnir sum tóku hesa avgerð í 2023, so høvdu vit uttan iva sitið í somu støðu um 10 ár og ongan veg vóru komin. Men samgongan sá týdningin av hesum máli fyri vinnuna og fyri Føroyar, og tað hevur nú givið úrslit.
Men meðan Sambandsflokkurin tykist at vera nøgdur við úrslitið, og ikki ætlar sær at arbeiða við víðari heimildum Føroya, hevur samgonguleiðslan, saman við Fólkaflokkinum og Miðflokkinum tikið avgerð um, at vit mugu fara viðari fyri at vinna Føroyum størri altjóða rásarúm og at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land. Limaskapur í WTO loysir bert ein part av støðu Føroya í uttanríkispolitiskum høpi og gevur okkum ikki neyðugu heimildirnar at gerast limur í eitt nú Norðurlandaráðnum, Arktiska ráðnum, NEAFC, NAFO, Olymisku nevndini, IOC, og hetta staðfestir úrskurðurin eisini í WTO málinum, at Føroyar sleppa hertil og ikki longur. Vónandi sær Sambandsflokkurin eisini týdningin av hesum og kemur við í ríkisrættarliga arbeiðnum, tí tað gevur enn størri styrki mótvegis donsku stjórnini, at allir flokkar standa saman politiskt.
Men vit fegnast um hendan innleiðandi sigurin ímóti Danmark í WTO málinum, og stríðið heldur áfram við arbeiðnum at skipa okkum sjálvstøðugt land !
Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi og limur í vinnu- og uttanlandsnevndini