Messi aftur í heimsflokki – Liverpool tapti

Champions League: Lionel Messi setti Tottenham upp á pláss, meðan Liverpool tapti

Seinna hálva av 2. umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Lionel Messi setti Tottenham upp á pláss, Liverpool tapti í evstu løtu fyri Napoli, meðan Neymar skoraði hattrik.

 

Tað hendi eitt sindur av hvørjum í dystunum í kvøld. Á Wembley var Lionel Messi í hamsflokki, tá FC Barcelona vann 4-2 á Tottenham. Hann skoraði tvey mál og átti lut í hinum báðum. Tottenham fær tað nú trupult, tí liðið hevur einki stig, meðan FC Barcelona og Inter Milan hava seks stig.

 

Finalistarnir frá í fjør, Liverpool, raktu ikki dagin í Napoli í dag. Vertirnir vóru omaná tað mesta av dystinum, og tað var eisini uppiborið, tá Lorenzo Insigne skoraði avgerandi málið heilt móti endanum av dystinum.

 

Í hinum dystinum í bólki C vann PSG 6-1 á heimavølli móti Reyðu Stjørnu. Neymar Jr skoraði hattrik, meðan Kylian Mbappé eisini kom á máltalvuna.

 

Champions League – 2. umfar:

Bólkur A:

Atletico Madrid - Club Brugge 3-1

Borussia Dortmund – Monaco 3-0

Støðan:

1.    Borussia Dortmund 6 (stig)

2.    Atletico Madrid 6

3.    Club Brugge 0

4.    Monaco 0 

Bólkur B:

PSV Eindhoven – Inter 1-2

Tottenham Hotspur – Barcelona 2-4

Støðan:

1.    FC Barcelona 6

2.    Inter Milan 6

3.    Tottenham 0

4.    PSV 0

 

Bólkur C:

Paris Saint Germain - FK Crvena Zvezda 6-1

Napoli – Liverpool 1-0

Støðan:

1.    Napoli 4

2.    Paris Saint-Germain 3

3.    Liverpool 3

4.    Reyða Stjørna 1

 

Bólkur D:

Lokomotiv Moscow - Schalke 04 0-1

Porto – Galatasaray 1-0

 

Støðan:

1.    FC Porto 4

2.    Schalke 4

3.    Galatasaray 3

4.    Lokomotiv Moskova 0