Messi stríðist við ein skaða - verður ikki við móti Peru

Argentina spælir seinasta bólkadystin í Copa America móti Peru

Mynd: Scanpix

Í nátt klokkan eitt føroyska tíð spælir Argentina seinasta dystin í innleiðandi bólki A í Copa America kappingini í USA.

 

Dysturin móti Peru verður spældur á Hard Rock leikvøllinum í Miami í Florida. 

 

Argentina, ið er víðari til fjórðingsfinalurnar aftaná sigrar á Kanada og Chile má klára seg uttan stórleikaran, Lionel Messi í dystinum móti Peru.

 

Hjálparvenjarin hjá Argentina, Walter Samuel sigur í stuttari viðmerking til X - fyrr Twitter - síðuna hjá argentinska fótbóltssambandinum, at Messi í undanfarna dystinum móti Chile hevði nakrar trupuleikar, og tí hevur venjaratoymið valt at spara Messi til dystin móti Peru. 

 

Messi sum nú er 37 ára gamal fekk fulla spælitíð í dystunum móti Kanada og Chile. 

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix