Tað var ikki en skaði, sum helt Lionel Messi á beinkinum í tapinum móti Bayern München.
Tað ko ógvuliga óvart á hjá teimum flestu, at Lionel Messi ikki var við frá byrjan í seinnu hálvfinaluni í Champions League móti Bayern München. Men argentinarin var ikki smáskadur. Hann kendi seg bara ikki heilt væl, og tí reyk hannút á beinkin
- Messi var ikki skaddur, men kendi seg bara ikki væl, so eg metti, at hann ikki hevði verið ein styrkur fyri liðið, segði Barcelona venjarin, Tito Vilanova við tíðindafólk eftir dystin, sambært goal.com.
Umvikuskiftið kom Messi á vøllin móti Athletic Bilbao tá hávur tími var eftir.
- Hann spældi í Bilbao, men tá var hann nógv betri fyri. Móti endanum av dystinum kendi hann seg tó ikki so væl, sigur Tito Vilanova.
- Vit høvdu tikið kjansin og sett Messi á vøllin móti endanum, um vit framvegis høvdu havt ein møguleika at koma í finaluna, segði Vilanova.