So nógv atgongumerki eru seld higartil til OL í París í summar. Tað er met, sambært fyriskiparunum í Fraklandi.
Tony Estanguet, sum er leiðari í fronsku OL-fyrireikingarnevndini, greiðir frá, at tað fer at taka nógv ár at finna eina líka stóra atgongumerkjasølu.
- Leikirnir í 1996 í Atlanta høvdu metið við 8,3 milliónum atgongumerkjum, og tí talinum rukku vit longu fyri tíð síðan, sigur Tony Estanguet sambært AFP.
- Vit hava selt 8,6 milliónir atgongumerki til OL og eina millión til paralympisku leikirnar, sigur hann.
Fronsku OL-fyrireikararnir spáa, at teir fara at enda við at umleið tíggju milliónum seldum atgongumerkjum. Tey rokna eisini við, at 3,4 milliónir atgongumerki verða seld til paralympisku leikirnar.
- Vit eru errin av, at vit longu hava sligið metið. Men vit kunnu framvegis gera tað enn betur, sigur Tony Estanguet.
OL í París vara frá 26. juli til og við 11. august.
Paralympisku leikirnir eru millum 28. august og 8. september.
/ritzau/