Tryggingarfelagið Trygd kann vísa á eitt avlop á heilar 24 milliónir krónur eftir skatt fyri árið 2009, og hetta er út við tríggjar ferðir meiri enn í 2008. Síðani 2005 hevur roknskapurin víst eitt avlop, men tey hava verið rættiliga avmarkað. Avlopið hevur tó verið vaksandi hesi árini, og frá 1,7 milliónir krónur í 2005 til ávikavist 5,7 milliónir, 6,9 milliónir og 9,4 milliónir krónur næstu árini gjørdi roknskapurin eitt skarvslop í 2009 til áðurnevndu 24 milliónirnar.
Størsti einstaki posturin, sum hevur ført til góða úrslitið, eru skaðaendurgjøldini, ið fyri 2009 vóru 36,9 milliónir krónur móti 50,3 milliónir krónur fyri 2008.
- Góða veðrið hevur havt ein avgerandi týdning fyri lágu skaðaendurgjøldini, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Trygd.
Tryggingargjøldini í 2009 vóru tilsamans 92 milliónir krónur, og tað er ein hækking á 1,3 milliónir krónur samanborið við 2008, svarandi til 1,4%. Hesin vøksturin stavar lutvíst frá meirsølu og lutvíst frá prísjavningum, sum vórðu gjørdar á heysti 2008 og í 2009. Havast skal eisini í huga, at hesin vøkstur hevur verið hóast Trygd gavst við at tekna skipatryggingar 1. januar 2009.
- 2009 gjørdist eitt gott ár fyri Trygd. Eitt samanfall av góðum veðri og lutfalsliga fáum skaðum og stórskaðum gjørdi sítt til, at árið eydnaðist væl. Tað fegnast vit um, sigur Jean Djurhuus.