Tað vísir ein greining hjá tíðindastovuni AFP, sum byggir á dátur frá ukrainsku loftverjuni.
Russland hevur lopið á Ukraina við 6.583 langtrøkkandi dronum í apríl, sum er ein vøkstur á tvey prosent í mun til mars, sum eisini setti met.
Ukraina megnaði at skjóta niður 88 prosent av øllum dronum og rakettum, upplýsir ukrainska loftverjan.
Fyrr var tað í høvuðsheitum um náttina, at Russland leyp á við langtrøkkandi dronum. Men seinastu vikurnar eru álop um dagin vorðin vanligari, sum greinarar meta vera ein tilgongd, sum er ætlað at gera meira skaða.
/Ritzau/AFP











