VIDEO: Mattias helt málið reint í heimasigri hjá Strømsgodset

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Strømmen 3-0 (1-0)

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge helt málið reint, tá hann og liðfelagarnir í Strømsgodset í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini á Marienlyst leikvøllinum í Drammen vunnu greiðan 3-0 sigur á gamla liðnum hjá Hera H. Mohr, Strømmen.

 

Tó fekk Mattias gula kortið longu í 6. minutti, tá dómarin metti hann gjørdi fríspark uttanfyri brotsteigin. 

 

Gustav Wikheim fekk heimaliðið á sigurskós eftir 15 minuttirs spæl, tá hann gjørdist leysur í brotsteiginum. Sebastian Pingel økti til 2-0 við einum stútara miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tá 17 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini staðfesti Marcus Mehnert sigurin.

 

Strømsgodset er nummar fimm í deildini við 10 stigum fyri fimm dystir. Teir eru trý stig aftanfyri tvey tey fremstu liðini, Odd og Kongsvinger.

 

Sunnudagin 10. mai klokkan 16 spælir Strømsgodset dyst á útivølli móti Åsane.

 

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Strømmen 3-0 (1-0):

 

##med2##