Liljan Djurhuus hevur í allan vetur verið lyklaspælarin hjá VÍF-kvinnum.
Fyrr í vár stóð greitt, at hon hevur sett met fyri málskjóting hjá hondbóltskvinnum í nýggjari tíð, og við 205 málum var hon greiður toppskjúti hja kvinnum.
Henni á baki komu Gintare Butkeviciute úr VB við 169 málum og Bára Hansen úr Neistanum við 140 málum.