Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, er ikki nøgd við seinastu útsagnirnar hjá Trump um Nato-hermenn í Afganistan.
Tað sigur forsætisráðfrúan í skrivligari viðmerking.
– Tað kann ikki góðtakast, at amerikanski forsetin ivast í átøkunum hjá sameindum í Afghanistan, sigur hon.
Hon er sostatt samd við atfinningunum, sum hava verið at hoyrt, síðani amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í samrøðu hósdagin, at NATO-hermenn í Afghanistan "hildu seg eitt sindur aftur, eitt sindur burtur frá hermótinum".
Mette Frederiksen leggur dent á, at Danmark var eitt av NATO-londunum, sum pr. íbúgvatal hevði størstu tapini.
– Eg havi djúpastu virðing fyri hermonnunum, sum settu alt uppá spæl í einum stríði, sum vit politikarar sendu teir til, og har teir stríddust lið um lið við hermonnum úr millum annað USA, sigur hon.
Frammanundan hevur bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, eisini funnist at útsøgnunum hjá Trump, sum hann kallaði háðandi og ræðuligar.
Sambært donsku verjuni doyðu 44 danskir hermenn undir átakinum í Afghanistan. 37 sum úrslit av beinleiðis bardaga, sjey sum úrslit av sjúku, vanlukkum og øðrum orsøkum.
Nógv fleiri hava fingið varandi likamligan og sálarligan skaða.
Í desember 2001 gjørdi danska fólkatingið av, at Danmark skuldi stuðla einum altjóða átaki í Afghanistan undir amerikanskari leiðslu, sum varð sett í verk eftir yvirgangsatsóknirnar í New York og Washington 11. september sama ár.
Carsten Rasmussen, sum er landsformaður í Danske Veteraner, varð útsendur til Afganistan í 2007 og 2008 á flogstøðini í Kandahar.
Hann er ein av fyriskiparunum av eini mótmælisgongu leygardagin í næstu viku framman fyri amerikansku sendistovuni í Danmark eftir útsagnirnar hjá Trump.
Mótmælisgongan eitur "No Words", sum merkir "Eingi orð", tí veteranarnir halda, at hon best inniheldur kensluna, teir eru eftir við.
Yvirlýsingarnar hjá veteranunum og komandi mótmælisgongan koma ikki óvart á forsætisráðfrúuna.
– Eg skilji væl, at danskir veteranar hava sagt, at eingi orð kunnu forklára, hvussu nógv tað pínir. Og mínir tankar fara út til veteranarnar, tykkara familjur og tey avvarðandi, sum á ongan hátt høvdu uppiborið hetta, sigur hon.
/Ritzau/










