Norska krúnprinsessan, Mette-Marit, harmast djúpt vinalagið við nú farna Jeffrey Epstein.
Serliga vendir hon umbering síni til norsku kongshjúnini, Hákon kong og Sonju drotning.
Tað sigur krúnprinsessan í fráboðan, sum norska kongshúsið hevur almannakunngjørt seinnapartin fríggjadagin.
– Eg vil vísa mína djúpu harman um mítt vinalag við Jeffrey Epstein. Tað er umráðandi fyri meg at biðja øll, sum eg havi skuffað, um umbering.
– Nakað av innihaldinum í boðunum millum Epstein og meg umboðar ikki tann persónin, eg vil vera.
– Eg harmist eisini um støðuna, sum eg havi sett kongsfamiljuna í, serliga kongin og drotningina, sigur krúnprinsessa Mette-Marit.
Í síðstu viku gav amerikanska løgmálaráðið út túsundtals fílum, sum hava við Jeffrey Epstein at gera. Í hesum sambandi vórðu ein røð av teldupostum, sum Epstein og krúnprinsessan høvdu sent hvørjum øðrum, almannakunngjørdir.
Teldupostarnir vístu, at tey bæði hittust fleiri ferðir, og krúnprinsessan Mette-Marit vísti til Epstein sum vin sín.
Millum annað vitjaði krúnprinsessan heima hjá Jeffrey Epstein í Palm Beach í Florida í fýra dagar í 2013.
Og í teldupostum frá 2012 skrivaðu Epstein og krúnprinsessa Mette-Marit um "konuveiðuna" hjá Epstein og um kvinnur úr París vóru konutilfar.
– París er góður fyri ótrúskap. Skandinavar eru betri konutilfar. Men samstundis, hvat veit eg?, svaraði krúnprinsessan í einum telduposti.
Kongshúsið skrivar í fráboðanini, sum varð almannakunngjørd í dag, at tað "skilur tær sterku reaktiónirnar, sum fólk hava av tí, sum er komið fram seinastu dagarnar".
– Krúnprinsessan tekur sterka frástøðu frá misnýtslu og kriminellu gerðum hjá Epstein. Hon er sera hørm um ikki at hava skilt nóg tíðliga, hvat slag av persóni hann var, skrivar kongshúsið, og vísir til Epstein.
Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, ger eisini viðmerkingar til málið:
– Eg haldi, at útsøgnin er ein innilig iðran. Hon sigur seg fara at geva eitt neyvari svar, men greiðir frá, hví hon ikki kann gera tað nú, sum eg haldi vit eisini virða. Tað er ein greiður vilji at geva eina frágreiðing, og hon endurtekur eisini tað sera sterku angran, sum hon kom við fyrr í vikuni.
Jeffrey Epstein doyði í einum fongsli í New York í 2019, eftir at hann varð skuldsettur fyri menniskjahandil og kynsligan ágang móti ungdómi.
Í 2008 varð Epstein dømdur fyri skøkjuhald, har ein ungdómur var við.
Teldupostbrævaskiftið og fundirnir millum Epstein og krúnprinsessuna fóru fram, eftir at Jeffrey Epstein varð dømdur.
Samstundis sum vinalagið millum krúnprinsessuna og Epstein er komið í ljósmála, er rættarmál móti soninum hjá Mette-Marit krúnprinsessu, Marius Borg Høiby, byrjað í norska høvuðsstaðnum, Oslo.
Í málinum er hann skuldsettur fyri fýra neyðtøkur. Hann avsannar hendan partin av málinum.
Mette-Marit fekk Marius Borg Høiby áðrenn hon giftist við norska krúnprinsinum Hákoni.
/Ritzau/










