Í morgin verður ein heldur forkunnug kapping á skránni. Kend føroysk miðlafólk fara at kappast, um at eta burgara úr Burger King um kapp. Kappingin byrjar kl. 16.00 í Burger King, og verður millum onnur Kári Mikkelsen, Georg L. Petersen og Jonhard Hammer við í kappingini.
Luttakararnir hava 5 minuttir at eta í, og tann ið megnar at eta flest burgarar hetta tíðarskeið, vinnur gávukort fyri fimm fólk í Burger King.
Aðrar kappingar verða eisini á skránni, og er tað Rás2 og Burger King sum samskipa tiltakið.