Bílig barr og bílig entré. Summarfrítíðin er av, og skúlin byrjar aftur.
Og tað er ikki góð tíðindi fyri næmingarnar, sum aftur skulu venda hvørjum oyrað fyri at fáa pengararnar at røkka.
Býin.fo gevur eina hjálpandi hond í kvøld, fríggjakvøldið, og skipar fyri Miðnámsveitslu, har alt fer fyri hálvan prís. 20 krónur barr og atgongumerki á 50 krónur.
DJ Eddy stendur fyri tónleikinum fríggjakvøldið.
Dansistaðið við síðuna av, Rex, er stongt fríggjakvøldið, men leygarkvøldið leggur DJ Eyðfinn Drewsen plátur á.
Í Eclipse leygarkvøldið stendur DJ Cool fyri tónleikinum