Miðskiljing og villeiðing

Jón Guttesen
Valevni Tjóðveldisfloksins til Fólkatingið
???????
Tá ætlanir vanta eru miðskiljingar vantandi . Tá grundgevingar vanta, eru villeiðingar til at taka.

Aðrir flokkar skýra virksemi hjá Norðuratlandsbólkinum klandur og siga seg duga samstarv. Hesum er einki hald í. ABC umboðini hava allir valt at verðið leysgangarir, einsamallir fólkatingsmenn, uttan samstarvsfelagar og netverk og veljarin kann bert gita, hví so er.
Men Tjóðveldisflokkurin vildi annað og meira. Tjóðveldisflokkurin savnaði umboðini úr útnorði og fekk samstarv í lag. Somuleiðis er Tjóðveldisflokkurin í samstarvi við fleiri enn 80 fólkatingslimir um nevndarsessir o.a. Fleiri av fremstu fólkatingslimunum hava luttikið í upplýsandi arbeiðnum hjá Norðuratlantsbólkinum. Sama hava serfrøðingar úr Føroyum og norðurlondum og fleiri føroyingar, niðri í lestrarørindu.
Aðrir flokkar kalla Norðuratlandsbólkin fyri ein kaffiklubb. Her fara teir tó ikki heilt skeivir.
Norðuratlandsbólkurin er eitt forum, har Tjóðveldisflokkurin hevur savnað fremstu serfrøðina kring norðanlond at lýsa og greina støðu Føroya í ríkinum og í heiminum. Og at lýsa og greina peningarenslið millum partarnar í ríkisfelagsskapinum. Og fleiri av fremstu politikkarum á fólkatingið hava luttikið.
Aðrir flokkar siga seg vera virðilig umboð, og Tjóðveldisflokkurin ikki. Hetta er als ikki rætt og fólkatingslimir eru samdir. Meðan einki sæst eftir ABC flokkar-nir, hevur Tjóðveldisflokkurin skapt virðing um søk Føroya á fólkatingið og hevur gjørt tað við at verða virkin og sjónligir.
Aðrir flokkar siga seg vilja gransking á fólkatingið. Hetta er burtur úr vón og viti og greið miðskiljing av uppgávuni ið liggur fyri framman.
Vil samgongan gransking, eigur hon at gevast við at skerja granskingina - frá lítið, niður í einki. Vil samgongan hava fleiri samstørv í lag við lærdar háskúlar uttanlands, skal hon gevast við at skerja orkuna hjá okkara egna lærda háskúla.
Góði veljari, lat týtt val verða greitt og ikki stjórna miðskiljingum og villeiðingum.