Miðvikudystir næsta ár

Eitt tættpakkað kappingarár í fótbólti nærkast endanum, og so skjótt síðsta bríkslið er farið komandi leygardag, er tíðin komin at eftirmeta kappingina í 2009. Har verða óivað nógvir tættir, ið kunnu takast upp til orðaskifti, men í hesum umfari kunnu vit dvølja eitt sindur við samansetingina av sjálvari landskappingini í Vodafonedeildini, ið hevur verið meira samanstúvað, enn hon plagar.

Fyrsta landskappingarumfarið var 3. apríl og tað seinasta verður 3. oktober, og harímillum hevur so verið ein summarsteðgur, ið var styttur nokk so fitt, samanborið við undanfarin ár. Bara fýra ferðir hevur verið talan um miðvikudystir í sjálvari landskappingini, men um ólavsøkumundið og nakað fram var talan um sera tætta og harða dystarskrá hjá teimum spælarum, ið bæði skuldu spæla við í heimligu kappingini og á landsliðnum.

Hetta var so ein roynd at skipa kappingina øðrvísi, men lítið man vera at ivast í, at fleiri fara at seta spurnartekin við, um hetta nú var rætti leisturin. Ikki minst, tí ein tættpakkað dystarskrá ofta hevur hug til at ganga út yvir tey liðini og teir spælararnar, ið finnast í frægara endanum og tí næstan kenna tað sum revsing fyri sínar dygdir, at eingin munagóð hvíld finst í skránni.

Í ár hevur samansetingin av liðunum í Vodafonedeildini verið soleiðis háttað, at tað hevur verið landfast, so øll hava fingið ferðast ómaksleyst til sínar útidystir, uttan at brúka stórt meiri enn ein tíma hvønn vegin. Øðrvísi verður komandi ár, tá bæði VB/Sumba og B71 aftur teljast millum fremstu liðini, og ferjusamband er einasti ferðamøguleikin til bæði Suðuroynna og Sandoynna.

Kortini hevði verið vert hjá Fótbóltssambandinum at umhugsað møguleikan fyri, at fyrsti triðingurin av landskappingini kundi verið avgreiddur eftir fimm vikum, við bæði vikuskiftis- og miðvikudystum. Tað hevði skundað undir dystarvenjingina hjá teimum liðum, sum kanska ikki hava fingið so nógvar dystir í ofta illfýsna várveðrinum, og tí kundi dygdin í spælinum skjótari blivið so góð, sum liðini kundu ynskt sær. Tá er eisini ljósari í veðrinum og ikki so myrkt, sum tað var onkran av dystunum, ið vóru spældur um kvøldarnar hetta kappingarárið.

Eisini kundu fleiri miðvikudystir verið frá hálvum juni til hálvan juli, tá nøkur av liðunum skulu spæla europeiskar dystir, tí so høvdu tey fingið góða dystarvenjing undan stóru avbjóðingunum, umframt at tað kundi gjørt alt lagaligari, so hvørt sum heystið nærkaðist við sínum ivaveðri, tá ein trupulleiki kann vera, at »fløskuhálsar« gera tað torført at avgreiða kappingina eftir ætlan.