Tað skrivar Havnar Fimleikarfelag:
Í dag kappaðust tær aftur, og Mia fekk gull í barr og silvur á gólvinum, meðan Anna Sofía fekk bronsu í lop, bita og gólv. Hóast tær búgva í Føroyum og dagliga venja við Hanvar Fimleikafelag, kappaðust tær í DM fyri KG66. Tær luttóku í aldursbólkunum fyri juniorar.
Eisini eru Oddvør Alberta Kimsdóttir og Tóra E. Thorkildshøj við á ferðini, og hava luttikið í kappingini fyri ungar juniorar. Báðar stóðu seg avbera væl, og vunnu ávikavist gull og bronsu í liðkappingini. Eins og tær eldru juniorarnar, so kappaðust tær báðar eisini fyri KG66.
Venjari hjá teimum heima í Føroyum er Camelia Mihaela Mindricel, og var við teimum á ferðini. Djóni Sakarisson, sum er venjari á mannfólkasíðuni hjá Havnar Fimleikafelag var eisini við sínum monnum til DM.
Mansunglingarnir og mennirnir hava somuleiðis luttikið í DM í amboðsfimleiki. Teir kappaðust fyri Greve, og megnaðu eisini at fáa heiðursmerki við heim til Føroyar. Rókur Vestergaard vann silvur í beinsveiggj, og Torleivur Christiansen vann bronsu í lop. Í kappingini fyri mansunglingar vann Bjarti Skylv bronsu í lop.
Føroysku íðkararnir kláraðu seg so sera væl, og eru við hesum millum bestu fimleikararnar í ríkinum. Vit eru so sera errin av teimum. Hjartaliga til lukku, øll somul!
GO HF, skrivar Havnar Fimleikarfelag.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##