Tað siga fleiri ónavngivnir embætismenn við amerikonsku miðlarnar The New York Times og Axios.
Sambært keldunum er nýggja avtaluuppskotið longu latið iransku myndugleikunum, men tað er ikki greitt, nær tað hendi ella hvørjar ítøkiligar broytingar eru gjørdar í mun til undanfarin uppskot.
Embætismenn siga við The New York Times, at Trump er vorðin ónøgdur við, hvussu drúgt tað hevur tikið Iran at svara teimum amerikonsku uppskotunum.
Somuleiðis er hann sambært keldunum stúrin um ætlanir um at loysa upp fyri iranskum ognum, sum hava verið frystar uttanlands.
Sambært Axios hevur Trump eisini kravt fleiri broytingar í teimum pørtunum av uppskotinum, sum snúgva seg um iranska kjarnorkuskránna.
Amerikanski forsetin krevur, at Iran tekur niður síni kjarnorkuanlegg og gevst við at hava uran, sum kann brúkast í kjarnorkuframleiðslu.
Iran hevur tó fleiri ferðir víst aftur, at landið arbeiðir við at menna kjarnorkuvápn.
Seinastu vikurnar hava javnan verið søgur um, at ein avtala millum USA og Iran er nær við at vera komin upp á pláss, men enn er eingin endalig semja gjørd.
– Tað verður ein avtala. Hvussu nær vit eru henni, mugu vit síggja. Vit eru sinnað at bíða, so forsetin fær tað, hann biður um, sigur ein høgur embætismaður í Trump-fyrisitingini við Axios.
USA og Iran gjørdu vápnahvíld fyrst í apríl við Pakistan sum semingsmanni. Síðani hava partarnir havt samráðingar, men seinastu vikurnar hevur einki verið at hoyrt um beinleiðis fundir millum londini.










