Týsdagin 28. november verður føroysk fløga við sangum hjá svianum, Bjørn Afzelius, útgivin, og í tí sambandinum verður ein stór konsert í Norðurlandahúsinum.
Høvuðsnavnið á konsertini verður ein av teimum, sum stóð Afzelius nær bæði í tónleikaligum og privatum samanhangi. Talan er um Mikael Wiehe, sum spældi nógv saman við Afzelius bæði í sjeytiárunum og seinni.
Umframt Mikael Wiehe verða eisini nógvir føroyskir tónleikarar og sangarar við á konsertini.
Mangla ein sang
Føroyska Afzelius-fløgan er um at vera liðug.
10 sangir eru liðugt innspældir og eru ljóðblandaðir í Media Sound í Keypmannahavn. Í næstu viku verður tann seinasti sangurin á útgávuni innspældur.
Tónleikurin er fyri tað mesta upptikiní Studio Pegasus í Klaksvík, sum eisini gevur fløguna út, men upptøkur eru eisini gjørdar í Havn og í Keypmannahavn.
Fleiri enn 20 fólk
Erik Biskopstø hevur staðið fyri upptøkuarbeiðnum, og umframt hann spæla og syngja fólk sum Magnus Johannesen, Ronnie Nielsen, Sámal Ravnsfjall, Arnfríð Lutzen, Jóannes Jakobsen, Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Birgir Krossteig á fløguni.
Samanlagt eru fleiri enn 20 sangarar og tónleikarar við á fløguni, og nógv av hesum fólkunum verða eisini við á konsertini í Norðurlandahúsinum, har sangirnir av fløguni verða spældir fyri fyrstu ferð alment.
Eitt nýtt lag er við á fløguni. Tað er eitt tónleikapetti, sum Magnus Johannesen hevur gjørt sum intro til kanska mest kenda sangin hjá Afzelius í Føroyum, Sangur til frælsi.