Mikkjal: B36 megnaði ikki at hótta okkum nevnivert (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar hjá B36 og KÍ seta orð á 1-0 sigurin hjá KÍ á ovara vølli í Gundadali

##med2##

 

KÍ gjørdi seinnapartin tað sum KÍ hevur gjørt í alt ár. Teir hildu málið reint og vunnið dystin. Í dag var tað B36 sum legði rygg til eitt 0-1 tap fyri KÍ. Nýggi áleyparin hjá KÍ, Anders Sølvsten Holvad slóg til í sín fyrsta dysti og skoraði sigursmálið.

 

B36-KÍ 0-1 (0-0) 

 

0-1 Anders Sølvsten Holvad (25.) 

 

Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ heldur ikki, at B36 megnaði at hótta KÍ nakað nevnivert, og tað er hann sera nøgdur við. Mikkjal heldur, at dysturin var ein góð fyrireiking til evropeisku uppgávurnar sum bíða móti norska liðnum Bodø/Glimt. 

 

Dan Brimsvík, høvuðsvenjari iðrar seg um, at B36 ikki tók av møguleikunum teir høvdu heilt í byrjanini av dystinum, men heldur annars, at hansara menn stóðu seg væl móti besta liðnum í Føroyum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá sigursmálinum hjá KÍ.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Dan Brimsvík.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Mikkjal Thomassen. 

 

B36-KÍ 0-1 (0-1) - Hoyr málið og samrøður við Dan Brimsvík og Mikkjal Thomassen

B36-KÍ 0-1 (0-1) - Hoyr málið og samrøður við Dan Brimsvík og Mikkjal Thomassen