Mikkjal fekk 22.000 pund við snellu

- Nú er nakað útliðið, og eg vænti, at gýtingartíðin hjá toskinum á Norðhavinum er liðug, sigur Mikkjal Pauli Lamhauge sum fekk tíggju dagar á Norðhavinum.

 

Mikkjal Pauli Lamhauge, sum førir útróðrarbátin Kallanes, eigur sjálvur útróðrarbátin, Baranda, sum hann hevur  fiskað á Norðhavinum við ein part av vártíðini, nú Kallanes kortini hevur ligið.

 

- Nú eru fleiri dagar, síðan eg seinast var við snellu á Norðhavinum. Nú er eisini nakað útliðið, og eg vænti, at gýtingartíðin hjá toskinum er liðug.

 

Mikkjal Pauli Lamhauge sigur, at hann fekk tíggju dagar á Norðhavinum í vár, og hesar dagarnar fiskaði hann tilsamans 22.000 pund.

 

Í tveimum umførum var hann úti í tveir dagar. Fyrru ferðina fekk hann tilsamans 7.500 pund, og seinnu ferðina var veiðan 2.700 pund.

 

- Vit eru ikki byrjaði aftur við Kallanesi enn. Eg havi skilt, at tað hevur verið rættiliga smáligt við línuni í seinastuni, sigur Mikkjal Pauli Lamhauge við In.fo í dag.