Í dag minnast vit tey deyðu í ferðsluni, og síggjast nógv blómutyssi á vegunum – á støðum, har fólk eru deyð í ferðsluni. Síðani 2000 hava vit minst tey deyðu og tey, sum liva við missinum hendan fyrsta sunnudagin í juli.
Síðani minningardagin í fjør er ein deyð í ferðsluni sambært skrásetingunum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tað er vanlukkuligt at missa fólk í ferðsluni fyri eitt samfelag, og í einum lítlum samfelagi sum Føroyum, verða øll ávirkað.
Tíðliga í morgun fóru sjálvboðin, teirra millum limir í felagnum Føroya Ellisakfør, runt at leggja blómutyssi út, har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, hendu. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.
Endamálið við tiltakinum er í fyrra lagi at fyribyrgja ferðsluvanlukkum og í øðrum lagi at fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um tey, vit hava mist og tey, sum sita eftir.
At eingin skal doyggja ella fáa varandi mein krevur áhaldandi arbeiði frá fleiri síðum. At talið á deyðum hevur verið lækkandi seinastu árini, ger tað uppaftur meiri avbjoðandi at vísa á týdningin av miðvísum átøkum fyri tryggari ferðslu. Tess færri vanlukkur vit uppliva, tess størri er avbjóðingin at skapa minking.
Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.