Meðan kavin lá hvítur um alt landið og jólatónleikur ljómaði víða um, bleiv Anja eftir stutta sjúkralegu tikin burtur einans 33 ára gomul, og Tollaksmessudag varð hon av stórari mannfjøld fylgd seinasta teinin her á fold.
Anja var dóttir Malenu og Steinbjørn í Lambanum í Fuglafirði, hon var elst og átti ein beiggja, Sandy, sum er 6 ár yngri.
Harrin Gud hevur myndað okkum øll, vit eru øll serstøk, hava øll okkara serðeykenni og persónsmenskur. Tó kunna vit siga um Anju, at hon var framúr serstøk, hon var sum eingin annar.
Longu sum heilt lítil gjørdist Anja sjúk, hetta fekk hana tó ikki at halda seg aftur. Hon livdi og virkaði og vaks upp, og var til gleði í heimi sínum.
Tá ið Anja var liðug við barnaskúlan, fór hon á húsarhaldsskúla í Klaksvík, síðani hevur hon gjørt ymist, hon hevur verið á skúla í Noregi, arbeitt millum eldri og passað børn. Nú hon andaðist, arbeiddi hon á verkstaðnum Vón á Argjum.
Sum sagt var Anja nakað serligt, hon var sín egna Anja. Hon var so sera barngóð og dámdi so væl at vera um børn. Henni untist eisini at fáa eina lítla dóttur Svænhild Malenu, sum bert livdi fáar tímar. Hetta at Anja fekk eitt barn og gjørdist mamma fylti sera nógv í hennara lívi, og hon tosaði mangan um lítlu Svænhild Malenu.
Anja var so livandi, hon fylti nógv, har sum hon var, hennara smittandi látur, og hennara máti at siga tingini uppá vóru eisini hennara egnu. Vit, sum kendu Anju væl, vistu hvussu spontan, líkatil og impulsiv hon var, vit upplivdu hana glaða og spenta og so livandi.
Flestu, sum hava møtt Anju og fingið eitt prát við hana, minnast hana. Hon var ikki smæðin, hon himpraðist ikki við at heilsa uppá og hava onkra positiva viðmerking, líkamikið við hvønn tað skuldi vera.
Hennara lívstílur var ikki at fjeppast uppi í teimum, sum vit kalla tey vælbjargaðu í samfelagnum, tvørturímóti, Anja var ikki avmarkað í so máta, hon fevndi um alla breiddina, hon hálsfevndi øll, frá tí hægsta til tann lægsta. Hon gjørdi ikki mun á fólki, í hennara verð vóru øll líka, hon var bara, sum hon var, óhátíðarlig beint fram og ektað.
Serligan tokka hevði Anja til eldri fólk, henni dámdi so væl at vitja og tosa við tey gomlu, hon var so hjartalig og sýndi teimum serligan áhuga, og henni dámdi at gleða tey.
Vit lesa um Sakeus í Bíbliuni, maðurin sum var so lítil av vøkstri, at hann kleiv uppí eitt træ fyri at síggja, tá Jesus kom til býin. Anja var heldur ikki stór av vøkstri. Hon kleiv eisini uppí træið, og frá trænum sá hon verðina, hon sá allar vinklar av fjølbroytni lívsins, hon fekk eyga á Jesus og fylgdi Honum. Hon fekk eisini eyga á so mong onnur fyribrigdi, og hon fylgdi við, har lívið gekk fyri seg.
Hon var ein litríkur persónur bæði so og so, henni dámdi væl vakrar sterkar litir, henni dámdi væl stás og glitur, og hon smæddi seg ikki burtur, har hon ferðaðist.
Anja luttók, har hon kom framat, ringdi til útvarpið, sendi heilsur og valdi løg. Tosaði við fólk og var kend um alt landið. Hon var gávumild og stóð sjálv mangan eftir við ongum. Anja fevndi so víða.
Kensluborin, sum hon var, gleddist hon við teim glaðu, og græt við teim syrgjandi. Henni dámdi sera væl at syngja, og fáur man hava sungið í so mongum ymsum kórum sum hon, seinast hon sang var í Vesturkirkjuni nú til jóla.
Nú Anja sløknaði, arbeiddi hon á Verkstaðnum Vón, har dámdi henni frálíka væl, og tey á verkstaðnum vóru góð við hana. Sum vanligt til jóla skuldu tey geva starvsfólkunum jólagávur, men onkur helt tá fyri, at “Anja kann ikki fáa konfekteskju, sum hini, hon hevur sukursjúku. Skjótt blivu tey samd um, at Anja skuldi fáa ein eingil, tí sum tey søgdu: “Hon er ein eingil” So sigandi og vakurt, nú hon er vorðin ein eingil.
Anja búði á búðstovninum Stoffalág 64 í Havn. Hóast Anja ynskti sær egnan bústað, so dámdi henni væl har, og hevði hon altíð nógv gott at bera starvsfólkunum á heiminum, sum eisini vóru sera góð við Anju. Barnaheimið í Fuglafirði, var tó framvegis hennara. Tað var her hon var elskað treytaleyst og tikin ímóti við opnum ørmum og kærleika. Tit fylgdu við, hvussu hon hevði tað, og tann umsorgan og hjálp, ið tit veittu henni, var fyrimyndarlig. Við virðing hava vit sæð hvussu ómetaliga væl, tit hava megnað at verið nærverandi, tá Anja hevði brúk fyri tykkum. Tað var neyvan dagur, í øll tey ár Anja hevur verið heimanífrá, at mamman ikki ringdi og fylgdi við hvussu støðan var, og hetta dámdi Anju so væl. Kom okkurt í vegin, og Malena ikki var nóg skjót at ringja, so kom ofta sms frá Anju, sum ein lítil áminning. Tit dugdu so væl at møta henni, har hon var. Hon var ein so stórur partur av tykkum, og tað var hon takksom fyri. Hon fylti so nógv, og gjøgnum hesi mongu ár hava tit verið til reiðar fyri hana. Mangan hevur staðið á - hesuferð megnaði Anja ikki at koma fyri seg aftur, og tit merkja tómrúmið og saknin.
Anja var so góð við øll, og tí vóru øll so góð við hana. Hon hevði so mangar eginleikar og serligar gávur, sum vit kunna læra av og taka til okkum.
Nú hon er farin, saknað vit hana og minnast við takksemi hvussu kærleiksfult hon fevndi okkum.
Góða Malena, Steinbjørn, Sandy og Jana sum hava mist tykkara dóttur, systur og svigarinnu: vit hava samkenslu við tykkum, nú sorgin nívir. Mátti Harrin troysta tykkum í vitanini um, at Anja er farin til ein betri bústað, har eingin sorg, sjúka ella pína er longur.
Gud hevur tikið eina av Sínum vøkru blómum heim til Sín. Hann sá hana, har hon sat í mongdini klovin upp í eitt træ. Hann sá hana, sum Hann hevði myndað í móðurlívi, og Hann elskaði hana og vildi hava hana heim til Sín – heim í Himmalin, har rósan aldri følnar og blóman aldri doyr.
Friður verið yvir minninum um kæru bróðurdóttrina, Anju.
Lillian