Hósdagin 26. juni 2008 vóru 82 ár síðani mamma mín, Ellemia Gregersen, var borin í heim úti í Heiðunum. Henda sama morgun dró hon andan fyri seinastu ferð í heimi sínum í Gøtu.
Við hennara síðsta andadrátti endaði eitt æviskeið, sum hevur sett síni spor – bæði á ein og annan hátt.
Foreldur hennara vóru Dagmar og Hans Andrias Nielsen. Hetta vóru dugnalig og evnalig fólk, sum góðu mammu míni góða grund at byggja á. Hon var elst av 9 systkjum, og onkursvegna legði hon eina serliga ábyrgd í hesa støðu - líka til ellisár.
Ellemia vaks upp í tríatiárunum, og hon mintist mangan, hvussu trong korini vóru hjá teimum, sum einans høvdu egna megi og nakað av jørð at líta á. Tó, heimið lá við Skálafjørðin, og sildarveiðan gjørdi tí góðan mun í gerandiskostinum. Hon plagdi at siga, at tann nógvi sildamaturin í barnaárunum var orsøkin til hennara góðu heilsu øll vaksnaárini.
Hon hevði rík minnir frá barnauppvøkstrinum. Segði frá søgum, hon hoyrdi hjá abbanum á seglhúsloftinum, um virksemi á Høgabóli, og hvussu brøður hennara settu dám á gerandisdagin.
Skúlagongdin hjá Bjarnadal var sum hjá børnum flest tá í tíðini – sjey ár og helst meginpartin annan hvønn dag. Hon bleiv fermd í Skála kirkju í 1940. Tá sá hon á fyrsta sinnið pápa mín, Ólav, sum hon giftist við í 1949.
Men áðrenn hon flutti til Gøtu, tænti hon í Havn og í fimm ár hjá Doktor Djurhuus, ella Heiðadoktaranum, sum hann eisini varð nevndur. Hesi ár mundi hon læra nógv av tí, sum eyðkendi hana restina av lívinum: Hon var ábyrgdarfull, vælgerin, hevði ansni fyri tí vakra og stílfulla, var áhaldandi og ærukær. Hon tók oftani til ymiskt frá hesi tíðini, og tað var týðuligt, at støðið í húsarhaldinum í Gøtu hevði røtur í doktaraheiminum í Heiðunum.
Í 1946 rann saman millum mammu mína og pápa mín. Hann gekk á skúla í Havn og seinni í Keypmannahavn, so nógv brævasamskifti var hesi árini. Á sumri 1948 flutti mamma mín til Gøtu, og her varð hon búgvandi, til hon sløknaði seksti ár seinni. Fyrstu tíðina hjálpti hon til á bindistovuni hjá ommu míni, Suffiu Gregersen, men í stórkava tann 10. desember í 1949 hildu foreldur míni brúdleypsgildi, sum stóð í trimum húsum úti í Grógv.
Mamma mín hevði góð minnir um hetta brúdleyp. Hon giftist inn í eina familju av vertskapsfólkum, og tað setti sín dám á hesa og manga aðra løtuna í Gøtu.
Men, sum hon eisini plagdi at taka til, “vit komu ikki til hús og skorin klæðir”. Tey keyptu húsini í Útiguttastovu – heimi hjá langabba og -ommu míni, Pól Kristoffur og Johannu Poulsen. Húsini vóru illa farin av eini minu, sum var brostin undir krígnum. So tað var eitt stórt tak at fáa húsini til tað barnaheimið, ið eg minnist, og sum tað stendur í dag.
Í fimti árunum komu børnini; fimm gentur annað hvørt ár. Samstundis byrjaði pápi mín virksemi innan rutukoyring, handil og tøtingarvirki. Seinni kom reiðaravirksemi afturat. Hetta lat seg bert gera við stórari hjálp frá mammu míni, bæði innan tað húsliga og í virkseminum.
Soleiðis gjørdist familja og virksemi ein samanhangandi eind – og hetta mundi vera ein orsøkin til stóru menningina í seksti- og sjeytiárunum. Øll góvu sítt til at fáa virksemi til høldar – bæði børn og vaksin. Og mamma mín sá tað sum sína fremstu uppgávu at verða dyggasti stuðul faðir míns. Hetta mintist hann eisini í einum sangi til teirra silvurbrúdleyp:
“Í mannatosi tey Ólav nevna,
men teinkja ei hvør hann hevur evna.
Um bert nú gætur góvu sær,
tey vistu kvinnan tann sterki var.”
Men júst sum alt stóð í besta blóma, trokaði seg ein feigdar gestur á gátt Millum Áirnar. Pápi mín doyði av krabba eftir einum ári í 1980. Mamma mín sat eftir við ábyrgdini av víðfevndum virksemi, sum taldi stórt virkið, handil, skip og eitt farmaskip í gerð. Smeiturin gjørdist ikki minni av, at krøv og marknaðir broyttust nógv tey fylgjandi árini.
Sostatt upplivdi mamma mín tað tvíkendu kenslu, at verða við til byggja eitt stórfingið virksemi upp, og so eisini at síggja hetta sama hvørva fyri ein stóran part. Hetta var mangan beiskur biti hjá henni, men hon royndi at finna sítt pláss í hesum meldri. Líka til fyri kortum var hon virkin, bæði við at binda og baka til útsøluna á Tøting, og eisini fekst hon við at leiga hús út til ferðafólk.
Á hvørjum ári síðani sekstiárini hevur hon verið nakrar vikur í summarhúsinum í Rørvig. Hetta var hennara annað heim, og hon setti stóran prís uppá at leita aftur á minnisríkar summar løtur, og geva førningin víðari til næstu ættarlið.
Hon var sera røkin, og henni lá nógv á hjarta, at tað, sum hon hevði ábyrgdina av, skuldi ongin kunna seta ein fingur á. Somuleiðis hevði hon orku og samkenslu til at taka sær av teimum, sum annars ikki høvdu nakran góðan. At verða gestablíður var ein sjálvfylgja, men hon var ikki bangin fyri at siga sína meining, um hon helt, at tað trongdi til. Somuleiðis var hon ófør til at bera eina heilsan og siga nøkur orð, tá tey nærmastu høvdu gildisdagar.
Ellemia var av einum ættarliði, sum sá sína fremstu uppgávu í heiminum. Á brúdleypsmyndini frá ´49 hongur eitt útklipp frá einum blað; “Trý orð”, sum hon hevði sum setning fyri sítt lív: “So leingi ein kona er før fyri at veita manni sínum smíl, er hon vøkur. Tann góða konan styðjar mann sín í avgerðum hansara, og tekur sín part av ábyrgdini, tá ið galið gongur. Húsfriður telur meira enn heimsfriður.”
Hon stuðlaði manni sínum, og hon tók sanniliga eisini sína ábyrgd, tá ið ikki gekst eftir vild – kanska betri enn mangur maður hevði megnað! Men hon var eisini ein umsorgarfull mamma, sum legði nógv fyri at hjálpa børnum sínum í teirra lívi. Mamma mín fylgdi væl við ommubørnunum, og hvussu teimum gekst, og hon upplivdi eisini at fáa langommubørn. Hon legði stóran dent á trivnað í familjuni, og hon helt fast við merkisdagar, so at børn, makar og barnabørn kundu savnast í heiminum í Syðrugøtu.
Tað bleiv sagt undir jarðarferðini, at hon var eitt konubrot og ein bygdarmynd. Stóri skarin, ið fylgdi henni, man helst hava síni minni um hesa konu, sum umboðaði eitt svinnandi ættarlið í Gøtu. Í øllum lutum kann sigast, at hon rakk sínum setningi – og væl tað!
Aldurnar skola tíðarleysar niðan á sandin. Men tað er farin broyting fram Fyri oman Brúgv. Tann kurlandi konan, sum fáur trúði var so gomul ella sjúk, gongur ikki millum húsini meira. Stákanin í Útiguttastovu er ikki hin sama. Eitt æviskeið er runnið; henni untist 31 ár saman við manni sínum, og 28 ár sum einkja. Men, sum síðsta ørindi í silvurbrúdleypssanginum sigur:
“Í gleði, semju tey kærleik makta,
hvønn annan finna og Jesus akta.
Tað stutta tíðarskeið givið er
at balast saman í hesi verð”
Takk fyri alt. Friður veri við minninum um móður mína, Elin Mariu Fanny Gregersen.
---
Ó.G.