Ikki vardi tað okkum, tá ið Jørgin fór til Danmarkar í sjúkraørindum, at hetta skuldi verða hansara seinasta ferð her í lívinum. Tá ið vit, sum starvaðust saman við honum, ringdu niður til hansara, var hann so glaður og hevði gott mót. Vit hopaðu at hann skuldi vinna á sjúkuni, men so skuldi ikki verða, hansara tíð var komin.
Okkum untist at koma at kenna Jørgin gjøgnum okkara felags arbeiðspláss, á smoltstøðini, hesi seinastu árini, sum vit kunna minnast aftur á við takksemi. Jørgin stórtreivst millum okkum. Smoltstøðin liggur í haganum hjá Jørgini, so eftir loknan arbeiðsdag lá væl fyri hjá honum at hyggja eftir seyðinum, sum hann røktaði sera væl.
Jørgin var altíð góður at heita á, spurdi tú hann um onkra tænastu, var svarið, "tað er meira enn gaman í".
Jørgin hevði sera gott eyga fyri náttúruni, hann kendi hvønn fugl og hvønn seyð. Eisini hevði hann gott innlit í øllum samfelagsviðurskiftum, og av tí at hann var nakað eldri enn vit, varð tað áhugavert hjá okkum at líða á, tá hann fortaldi um ymiskt.
Í vikuskiftinum, tá Jørgin hevði frí frá arbeiði, koyrdi hann javnan niðan at hyggja til seyðin, og dámdi honum væl at koma inn á smoltstøðina at vitja vakthavandi til eitt prát og ein kaffimunn. Mangan hevði hann ein kjøtbita við, honum dámdi væl at fjálga um tey, ið vóru rundan um hann. Jørgin var sera góður við sína lítlu familju, sum nú er nógv skerd, tá hann er farin. Góða Helga, Malan, Torben, Martha og lítla Helga, tit hava mist ein góðan mann, pápa verpápa og abba. Við djúpastu samkenslu vilja vit við hesum lýsa frið yvir minnið um okkara kæra starvsfelaga og vin, Jørgin Hansen.
Jan, Ingemar og Ragnar