Minningarorð um Katrin Jovinu Skarðhamar

Góða Katrin. Tað var hart at fáa at vita at tú var álvarsliga sjúk, men vit vónaðu tað besta, og yngstu at tú vildi blíva frísk aftur, men soleiðis skuldi tað ikki verða, tí boð vóru eftir tær alt ov tíðliga.

Vit gleddust yvir, at tú kom til Danmarkar, so at tú kundi fáa viðgerð og síðan koma til okkum í Herborg at koma fyri teg aftur, sum tú sjálv segði, sita í garðinum og bíða til klokkan bleiv 15.00, tí tá kom eg heim og vit kundi hugna okkum saman við kaffi, grilla, síggja børnini og hundarnar spæla í garðinum.


Tú var so glað tá ið Heðin lánti bussin hjá Kessler og vit koyrdu ein langan busstúr áðrenn vit koyrdu heim til Herborg, tú sat í koyristólinum i garðinum og eygleiddi ommu og langommubørn spæla við hundarnar, fortaldi okkum hvussu pent alt var, og hvussu lítið skuldi til fyri at blíva glað, tá ið mann var so sjúkur.


Hvussu tú gleddi teg til eftir vikuskiftið, tá tú skuldi flyta heim til okkum í Herborg at verða ta síðstu tíðina.


Ommubørnini gleddust um, at tú skuldi koma og gjørdu alt fyri at tað skuldi eydnast, og alt skuldi verða klárt tá tú kom.


Leygarmorgunin var tú væl fyri, hugnaði tær saman við okkum øllum við morgunmatarborið. Tá vistu vit ikki, at hetta var okkara seinasta máltíð saman við tær.


Góða Katrin, vit takka tær fyri allar tær ógloymandi og hugnaligu løtur vit høvdu saman við tær á Leynarvatni, í Havnardali, á keiðini í Leirvík. Vit eru sera takksom fyri alt tú hevur verið fyri okkum.


Farvel, farvel, mine venner,

Jeg smiler og tager afsked.

Nej, fæld ingen tårer,

Jeg har ikke brug for dem.

Jeg behøver blot jeres smil.


Føler i jer triste, så tænk på mig.

Det er, hvad jeg ønsker mig.

Når man bor i hjertet hos dem, man elsker,

Må man huske, at man aldrig dør.


Ærað veri minni um svigarmammu mína Katrin Skarðhamar.


Thyra Skarðhamar.