Minningarorð um Óla Kristian Dam

f. 30. juli 1929 d. 2. juli 2009

Ongin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldi gistir.


Hesi orð eru so sonn, sum tey eru søgd. Tað vardi hvørki Eyðun ella meg, tá ið Óli Kristian ein sera vakran fríggjamorgun í juli ringdi niðan og spurdi um tað lá fyri hjá okkum at taka bilin suður við til Havnar, tí hesin skuldi til sýn. Vit blivu samd um, at Eyðun skuldi taka sær av hesum, og var hetta seinastu ferð, at teir báðir stóðu í túninum og prátaðu saman.


Orð eru fátøk, men í sorg hjálpir at seta orð á.


Óli Kristian var bóndasonur, og frá heilt ungum árum hildin til tað sum ungur nemur gamal fremur. Hann valdi ungur at fara av landinum fyri at nema sær kunnleika innan landbúnað bæði í Noregi, Svøríki, Íslandi og Danmark. Har treivst hann væl, og heilt til tað seinasta hevði hann samband við fleiri vinir, sum hann kom at kenna í útlondum.


Óli Kristian byrjaði at hjálpa til á garðinum, tá ið hann var so frægur. Abbi gjørdist sjúkur á ungum árum, og meðan Óli Kristian var staddur uttanlands, hevði abbi fólk at hjálpa sær við at røkta seyðin. Seinast í 60-unum kom Óli Kristian aftur til Føroya, og tá tók hann yvir garðin.


Á sumri í 1998 valdi Óli Kristian at lata festið til okkara. Tá helt hann, at árini vóru vorðin so mong, at yngri kreftir áttu at taka yvir. Hóast hetta var hann virkin sum fáur líka til tað seinasta.


Tað er serliga í samband við røktina av festinum, at vit dagliga sakna Óla Kristian. Eyðun og Óli Kristian høvdu dagligt samskifti, og alt var so einfalt, tí um Eyðun ivaðist í onkrum, so var bara at spyrja Óla Kristian. Hinvegin var tað ikki so sjálvdan, at Óli Kristian kom niðan til okkara, tá ið hann hevði sæð at onkur trupulleiki var við ávísum kríatúri.


Sjálvt um vit vistu, at árini vóru har, er tað í dag torført at ímynda sær, at vit ikki hava hann millum okkum longur. Óli Kristian var róligur og friðarligur av lyndi, og hetta sást eisini aftur, tá ið hann fór í holt við ymisk arbeiði. Væl leið eftir, tað var so javnan, at tá ið Eyðun kom niðan í seyðhúsini, tá var arbeiðið komið frá hondini. Úti í haganum mitt millum allan seyðin treivst Óla Kristian best. Har hevði hann yvirblikkið sum fáur, og stóran partin av lombunum í várgongu, hevði hann longu havt á hondum í sjálvari lembingini og fingið markað.


Alt hetta var ein náttúrligur partur av honum. Óli Kristian hevði blivið 80 ár seinri í mánaðinum, sum hann andaðist. Hóast henda høga aldur, var hann álitið í fleiri hagapørtum sum fjallmaður.


Óli Kristian hevði stóran áhuga í hvussu onnur livdu, hetta kom serliga til sjóndar í samband við hansara nógvu túrum kring Føroya land og eisini uttanlands. Hann hevði áhuga fyri at lurta eftir, tá ið onnur greiddu frá, og hetta fekk hann mikið burturúr. Hetta merktu vit mest, tá ið evni blivu viðgjørd við døgurðaborðið og í samband við aðrar sosialar samverður. Her fingu vit mangan frágreiðingar frá túrum o.ø. sum vóru væl gjøgnumhugsaðar.


Hesi seinastu árini var Óli Kristian byrjaður at gera meira av, at fara túrar við gongufeløgum ymsa staðni í Føroyum. So seint sum 7. juni var hann við Eysturoyar gongufelag uppi á Árnadalstindi. Hann lat væl at túrinum, og tað er áhugavert at hyggja at myndum frá túrinum á netinum.


Honum dámdi sera væl at ferðast. Tað fór ikki árið burturímillum, uttan at hann var minst ein túr uttanlands. Her dugdi hann eisini væl at leggja til rættist, soleiðis at hesir túrar ikki gingu útyvir røktina av festinum. Túrarnir lógu millum lembing og vársfjall ella millum hoygging og skurðfjall.


Í 2005 var hann í North Carolina saman við okkum og vitjaðu beiggja mín, sum tá búði har í samband við arbeiði. Hetta var ein ógloymandi túrur fyri okkum øll. Eg minnist at Óli Kristian var sera áhugaður í øllum, sum har var at síggja. Fleiri ferðir gekk hann bara runt har vit búðu fyri at síggja seg um. Sjálvt um hann ongantíð hevði lært enskt mál, so aftraði hetta hann ikki í at royna at samskifta við fólkið har. Hetta gekk fínt. Vit vóru tveir dagar í Washingthon. At vitja grøvina hjá Kennedy á Arlingthon kirkjugarðinum var ein av teimum stóru upplivingunum á túrinum.


Óli Kristian hevði stóran áhuga fyri øllum, sum fór fram á mentanarøkinum. Dámdi væl at møta upp, tá ið tiltøk vórðu fyriskipað. Tann føroyski dansurin hugtók hann serliga. Valdi nakar at sláa ring, dámdi honum sera væl at fara uppí, seinast hetta høvið beiðst honum var á Sundalagsstevnuni í Kollafirði tvær vikur undan hann andaðist.


Tað er við sorgblídni, at vit í dag nú árskiftið nærkast líta aftur á tíðina. Tað sýnist so óveruligt at Óli Kristian ikki er millum okkum longur, tí hann var so væl fyri og lættur upp á sporini.


Hetta hava verið tóm jól uttan teg, men minnini hava vit, og tey vera goymd. Serliga eru tað børnini, sum skulu venja seg við, at vera teg fyri uttan, at renna runt og spæla við tey smáu, tað vart tú óførur til. Men torførast er tað tó hjá mammu og pápa. Dagligi saknurin hjá teimum er stórur. Tú hoyrdi til har, hóast tú búði í barnaheiminum við síðuna av, og sostatt hevði dagliga gongd inni hjá teimum.


Óli Kristian góði, vit vilja altíð minnast títt jaliga sinni, og má Jesuspápi signa teg og okkum øll, til vit síggjast aftur.


Eyðun og Gunnvør