Góði Ragnar, tað kom dátt við at hoyra, at tú so brádliga ikki er ímillum okkum meira.
Vit báðir hava kent hvønn annan næstan heila lívið, eisini hava vit búð saman eina tíð á Lærlingaheiminum Nørre Søgade 11 í Keypmannahavn, tað var fyst í fimmtiárunum.
Fyrst fór tú í læru sum maskinsmiður, eina tíð eftir fór tú á læraraskúlan í Havn, so vart tú lærari við Vágs skúla, frá 1. august 1966 til 1. august 1968, so aftur til Danmarkar til »Madeskovskolen« í Nakskov frá 1. august 1968 til tú fór frá við pensión 1. desember 2003.
Í 1974 bleiv tú valdur í »Nakskov býráð« 1. apríl 1999 hevði tú 25 árs jubileum. Tú mást vera einasta føroyingur sum hevur við býráðslimur í samfull 27 til 28 ár uttanlands.
Tær at takka blivu Nakskov og Vágur vinarbýir.
Tú hevur eisini gjørt eitt stórarbeiði fyri »Vágs Bóltfelag« sum fleiri ferðir hevur verið í Nakskov á venjingarlegu, eisini at Vágur á jólum hevur flott jólatræ við minnisvarðan.
Góði Ragnar, eisini vil eg takka tær hjartaliga fyri stórarbeiði tú hevur haft av at samla okkum úr stóra skúlaflokkinum, sum fóru í fyrsta klassa 1943/44, tað var ikki bara sum at siga tað, vit vóru ikki minni enn 90 næmingar, 43 og 47 í hvørjum flokki, nógv farin víða um knøttin, eisini hettar eydnaðist sera væl, bæði í 1986, 1996, 2000 og 2002, vit tosaðu um at endurtaka hettar fyri síðstu ferð í 2006, livst so spyrst.
Minnist sera væl, tá ið tú vart biðin um at halda midnáttarrøðuna á jóansøku í 2000, tú mátti byrja við »Hvar enn tín fótur fjakkar hvar enn tú festur búgv« hann hava vit báðir sungið manga ferðir saman, somuleiðis »Vágs bygd« »Heimbygd mín« og »Rysjudalur« o.s.v. tú hevði stóran tokka til Vágs bygd. Vágbingur vart tú við húð og hár.
Góða Elsa, Anna Elisabeth, Rakul, Ark og Finnur, má Harrin styrkja tykkum í sakninum og sorgini. Friður veri við minninum um Ragnar hjá Sámal Johansen.
Svend Olsen
Hvidovre