f. 21. nov 1926
d. 20. mar 2007
Tað kom sum eitt smeitur fyri okkum øll, tá vit fingu tey sváru boð, um at tú vart farin frá okkum. Vit høvdu øll vónað, at tú megnaði at uppliva konfirmatiónina hjá Olivur, og tú vart sjálv so uppsett uppá at koma í kirkju og út í Nes. Tú hevði altíð kærleika og umsorgan fyri okkum øllum og so var eisini nú til konfirmatiónina.
Sjálvt um vit sóu hvønn veg tað bar, hevði tú altíð gott mót, tú segði altíð:
„Nú má jeg skunda mær at blíva frísk til konfirmatiónina”. Tú gleddi teg at síggja títt fyrsta langommubarn. Men heilsan megnaði ikki at halda teg á lívið til ta stund.
Tú hevur altíð verið ein røsk kona og tonkti altíð síðst upp á teg sjálva, vildi altíð øllum øðrum tað besta. Tú var altíð blíð og dugdi so avbera væl at gera tað so serliga hugnaligt, hvar tú enn vart. Tað hendi seg ongantíð, at nakar slapp út frá tær uttan at hava fingið ein drekkamunn afturvið onkrari heimabakaði køku.
Tú elskaði øll tíni børn og ommubørn, alla tína familju yvir alt á jørð.
Jeg minnist, tá jeg sum smágenta, elskaði at verða hjá tær úti í Nesi. Tað var sum eitt Paradís á jørð. Tú dugdi so avbera væl at fáa børn at elska teg. Tað var altíð so spennandi at vera hjá tær, har var so nógv at taka til, tú hevði hønur, sum vit systkinabørnini kappaðust um at fara í hønhúsið og vita um tær høvdu vorpið nøkur egg, og so tá høsnarungarnir komu út úr eggunum, áá, sum tað var stuttligt. Og tú bakaði altíð, og jeg elskaði at vera við til at hjálpa‚ tær til tað. Har var eisini nokk av seyði, og tú vart t. d. professari í at seyma rullupylsur, blóðmør og gera livurpostei. Og tað smakkaði so avbera væl. Og so hevði tú tað perfekta spæliplássið uttan fyri húsini, túnið har vit plagdu at spæla bóltspøl, og bøin har vit runnu á, og ánna vestan fyri húsini, har vit plagdu at spæla í. Tú gjørdi nógv burturúr ommubørnunum, tú hevði eitt spælikamar har til okkum við alskyns leikum, sum tíni børn høvdu átt. Jeg var so heppin at hava teg har, tá foreldur míni vóru til arbeiðis, og eg ikki var byrja í skúla. Jeg eri so takksom fyri tær løtur, jeg hevði saman við tær úti í Nesi. Altíð bleiv man móttikin við opnum favni.
Hvørjar páskir vóru vit øll systkinabørnini samlaði saman við foreldrum okkara hjá tær, har vit fingu lekran døgurða og heimagjørdan ís, og vit teknaðu og rullaðu páskaregg, frá hønunum hjá tær. Tað er ein stórur saknur nú hesi páskini, og tú ikki ert her. Tú hevur altíð elska páskini og gjørdi altíð nógv burturúr tá vit øll komu til tín, eins og aðrar tíðir.
Tú vart ein Gudsóttandi kvinna, sum gjørdi nógv burturúr at halda sunnudagin heilagan, tú fór altíð í fín klæðir tá, og sjálvt um tær elskaði at hava stokkar í hond, so vildi tú ongantíð binda nakað sunnudagar, ikki gera nakað húsligt arbeiði sunnudagar. Men gekk so ofta í kirkju sum tú kundi. Tú lærdi mammu mína 3 bønir, sum hon so hevur lært meg, og sum okur báðar ofta bóðu saman, tá jeg var hjá tær og svav. Hon ljóðar nakað soleiðis:
Bed og Jesus, bed for mig.
Bed mig ind i himmerig.
Der at leve, der at bo,
i en evig fred og ro.
Gud lad mig altid elske dig.
Du som beder godt for mig.
Gud vær min ven
Gud hør min bøn
Og det for Jesu Kristi skyld.
Amen
Jeg lægger mig i min seng at sove.
Mit hjerte brænder som en lue.
Jeg har stor lyst at se derpå
Tolv Guds engle for mig stå.
To til hånd, to til fod,
to til hvert mit ledemod,
to at sove, to at våge,
to at føre min sjæl i Abrahams skød.
Amen
I nat bevar os Jesus Krist,
fra synd og sorg og Satans list
Gud lad sine hellige engle klare
Himmelske skare, vogte og os bevare.
Amen.
Tá tú bleivst sjúk og varð fleiri ferðir innløgd á sjúkrahúsinum, gekk tað endiliga upp fyri mær, at tú ikki livdi ævigt og eg bleiv so knúst, tí eg visti at onki bleiv sum tað hevði verið, men innast inni vónaði jeg altíð, at tú skuldi blíva orduliga frísk aftur og kunna gera alt tað, sum tú elskaði at gera. Tú búði eina tíð heima hjá okkum, og jeg eri so glað fyri ta tíðuna okur høvdu saman, tað var so hugnaligt, og tá vart tú nøkulunda frísk og tú styrknaði fyri hvønn dag; men til einaferð knappliga tá sjúkrabilurin mátti koma eftir tær, tí tú ikki hevði tað gott. Seinastu tíðina vart tú á sambýlinum og har føldi tú teg væl.
Tú segði, at tú gleddi teg til summarið, tá kundi tú fara út at ganga eitt sindur og trena beinini hjá tær. Í sinninum vart tú sterk og hevði eitt gott mót; men likamið var útslitið og orkaði ikki longur.
Tú vart so glað fyri, at jeg hevði fingið koyrikortið, tí tá jeg var lítil, lovaði jeg tær, at tá jeg einaferð fekk koyrikortið, skuldi jeg koyra teg runt allastaðni, har tú vildi.
Tú hevur altíð og vil altíð fylla ein stóran part í mínum hjarta, tí tá eg hugsi aftur á mín barndóm, ert tú har saman við mínum bestu minnum, tú fer ongantíð at verða gloymd.
Takk fyri alt og hvíl í friði.
Juanita