Minningarorð um Magnhild á Toftini

Magnhild á Toftini í Syðrugøtu andaðist 18. februar 2004.

Magnhild var ein sermerkt kvinna, og vit í Gøtubrá eru takksom fyri tann góða stuðul og fyri stóra sjálvbodna arbeiði, hon hevur veitt okkum gjøgnum øll árini síðani 1994, tá Gøtubrá varð stovnað fyri at betra umstøðurnar hjá pensionistunum.
Tað er stórur saknur, nú Magnhild ikki er millum okkum meira, men saman við okkum fekk hon ta gleði at uppliva, at sambýlið í Gøtu varð byrjað.
Magnhild gav okkum mong vitug ráð. Hennara vinalag hava vit havt stóra gleði av og eru sera takksom fyri. Við hennara áliti á Harran hevur hon verið eitt gott fyridømi fyri okkum.
Okkara tankar fara eisini til Sofus og familjuna, sum hava mist so nógv.
Heiðrað veri minnið um Magnhild.

Vegna Dagtilhaldið Gøtubrá
Rigmor