Nú eru longu nakrir mánaðar farnir síðan Kristianna andaðist, og tað er enn ringt at skilja, at hon ikki er her longur.
Tað fyrsta, eg minnist um Kristionnu var, tá ið eg fyrstu ferð skuldi inn at møta henni og Jacob. Eg var eitt sindur nervøs, sum mann er, tá ið man skal møta svigerforeldrinum fyrstu ferð, men tað vísti seg at vera heilt uttan grund. Eg kom inn, og hon gav mær eitt stórt klemm og segði vælkomin, hon hevði enntá keypt mær eina føðingardagsgávu, tí eg hevði akkurát fylt.
Eg haldi, at øll sum kendu hana høvdu sagt tað sama, hon var ein kvinna við einum stórum hjarta. Mild, tó bestemt, gestablíð og gávumild. Sjalvt úti á heiminum við Mýrini, har hon búði tey seinastu árini, nevndi tey hana sólstrálan, tí hon hevði hetta glaða lyndi.
Eitt, sum hon brendi fyri, var sjómannskvinnuringurin. Hon elskaði at møtast við hinum kvinnunum, og hugna sær við drekkamunn og stokkum.
Hon hevði umsorgan fyri fólk rundan um seg. Hon arbeiddi sum heimahjálp, men tey fólkini sum hon tók sær av har, var hon eisini um í frítíðini. Hon hjálpti har hon kundi.
Hon var sera umhugsin. Um onkur ikki dámdi døgveran, sum hon hevði gjørt, so gjørdi hon gleðiliga okkurt serligt til tey. Hon vildi bara, at øll skuldu vera nøgd, og hava tað gott.
Ommubørnini høvdu eitt serligt pláss í hennara hjarta, hon hevði altíð tíð til tey, og elskaði at siga teimum søgur frá fyrr í tíðini og syngja fyri og saman við teimum, sunnudagsskúlasangir og sangir sum “Kettan liggur í durðinum deyð..” og aðrir gamlir sangir.
Kristianna var ein trúgvandi kvinna, og ein løta, sum hon elskaði var meðan andaktin var í útvarpinum. Hon lurtaði og sang við tá ið sálmarnir vóru sungnir.
Eg fari altíð at minnast Kristionnu við gleði, og eg takki Gudi fyri at eg fekk hana sum vermóður.
Joy