U16-kvinnurnar skulu royna seg móti Íslandi

Tveir dystir vera á skránni á ferðini

Mynd: HSF

HSF skrivar:

 

- U16-kvinnur til Íslands

 

Komandi vikuskiftið fer U16-landsliðið hjá kvinnum til Íslands, har tær fara at spæla tveir landsdystir. Talan er um tveir vinardystir móti Íslandi, ávikavist leygar- og sunnudagin.

 

Dystirnir verða leiktir leygardagin og sunnudagin á Safamýri, sum er gamli heimavøllurin hjá Fram í Reykjavík. Tíðirnar niðanfyri eru føroyskar.

 

Leygardagin 13. juni:

Kl. 16.00              Ísland – Føroyar

 

Sunnudagin 14. juni:

Kl. 14.30              Ísland – Føroyar

 

Hesar eru úttiknar til dystirnar:

 

Málverjar:

Rósa Herup Egilstoft, Søljan

Fríða Adela Eriksen, H71

 

Útileikarar:

Poulina á Heygum, Søljan

Sofía Bárðardóttir, H71

Nana Yaa Deku, H71

Gyða Beata Djónadóttir, Neistin

Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal, H71

Sigrid Hansdóttir, Neistin

Aibritt á Plógv Hansen, Kyndil

Andrea Heinadóttir, Søljan

Helena í Skorini, Neistin

Olivia Kristiansen, H71

Anna Lamhauge, H71

Fía Nolsøe, H71

Hanna Thomsen, Neistin

Sunfríða Fonsdal Zachariasen, VÍF

 

Venjarar eru Mark Lausen-Marcher og Jórun Ludvig. Málverjarvenjari Jovana Stranjanac, fysioterapeut Bára Krosslá Mortensen og liðleiðari Lydia Jacobsen. Skrivar HSF.

 

Mynd: HSF