Minningarorð um Peter Lisberg Andersen

- Takk fyri alt, sum okur báðir høvdu saman og stóra samkenslu til øll tykkum avvarðandi.

 

Sunnudagin 21.08.2022 fór góði vinurin, Peter Lisberg Andersen, til ein betri stað. Petur gjørdis 65 ár, nú hann legði árarnar inn. Hann var føddur í Keypmannahavn 04.03.1957.

 

Seinastu mongu árini hevur Petur búð í Vági.

 

Okur høvdu mangar góðar løtur saman. Eg kom at kenna Peter, tá eg flutti suður til Vágs fyri skjótt 10 árum síðani. Altíð ringdi hann til mín fyri at tosað um veður og vind. 

 

Hann var eitt hamrandi gott fólk. Hann var so glaður, tá ið eg kom framvið. Hann visti um alt og fylgdi væl við øllum.

 

Heilsan hjá Peturi var farin at bila tey seinastu árini. Hóast tað var hann á Sandoynni í fleiri mánaðir fyri at vera nær mammu síni, sum býr har. Sigast skal, at tey tosaðu saman hvønn dag í telefon.

 

Seinast eg vitjaði hann, var beint fyri jóansøkuna. Annars tosaðu okur altíð saman. Seinast, eg prátaði við hann, var 6. august og so aftur 13. august í ár. 

 

Eg hoyrdi frá skyldfólkunum hjá honum nú tórsdagin, at hann var viknaður nógv. Ikki vardi tað meg, at støðan hjá honum var so ring.

 

Petur vildi ikki órógva onnur og passaði seg sjálvan. Hann segði oftani við meg, um eg skuldi hjálpa honum við onkrum, eitt nú at keypa inn ella gera okkurt smávegis fyri hann:

 

"Levi, du har so mange ting om ørene, lad mig ikke forstyre dig. Vi kan jo altid snakkes ved, min gode ven..."

 

Eg skrivaði  hettar um Peter Lisberg hin 26.09.2021. Tá var hann akkurát komin av sjúkrahúsinum eftir sjúkralegu:

 

"Petur við Jette mostur um buldrini í Vági. Jesus er eisini dóttin á gólvið..." Eg var framvið hjá honum í kvøld. Glaður og gott tilpassar sum altið. Petur er akkurát komin heim av Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri viku síðani. Hann hevur tað betri nú....

 

Petur hevur m.a røtur av Lisberg-ættini sum jú er úr Smiðjuni í Fámjin. Hann kom millum annað inn á hesi ting í kvøld, tá eg var framvið.

 

Systkini hjá Petur eru: Kirstin (doyði 2010) Bente og so Petur. Mamman, Marianna, fór sum ung til Danmarkar til skurðviðgerð, men bleiv verandi. 

Har hon møtti Egon Andersen, sum er pápi Petur og tey øll trý systkini. Annars er Marianna, mamma Petur, hin einasta, sum enn er á livi av stórum systkinaflokki.

 

Pápin arbeiddi sum bilaseljari og var ein av teimum fyrstu, sum seldi Audi-bilar í Danmark. Egon, sum er pápi Petur og hini bæði systkini, doyði ungur, bert 49 ára gamal hin 1. august 1983. 

 

Tíverri fóru foreldrini hvør sín veg, tá ið Petur og systkini vóru smá. Og mamman, Marianna, mátti so taka um endan fyri at fáa alt at hanga saman, og hon arbeiddi við reingering og øðrum. 

 

Petur hevði nógv uppá hjarta í kvøld. Hann er eisini ein sera skemtingarsamur maður og fortaldi um, tá ið buldrini vóru í Vági. Tá ið tað buldraði harðast í 1967, segði Petur við sínum altið róliga lyndi við Jette, mostur, "Jesus er eisini dóttin niður á gólvið “.

 

Seinni um dagin gekk tað upp fyri Peturi, hvat tað veruliga var, sum var hent. Tá var tað ein av Jesus-myndunum hjá Jette, mostur, sum var farin í gólvið av buldrinum.

 

Petur, sum er føddur í 1957, flutti til Jette, mostur, sum búði í Vági, og har var Petur í umleið eitt ár. Tá var hann umleið 10 ár. Men, Marianna mamma kom eftir honum aftur, og tey fóru til Østerbro í Danmark.

 

Peter nevndi tað nakað soleiðis, tá ið mamman ringdi heim:

 

"Hej, min søn, er du ulykkelig? Kan du svare ja ella nei, eller er du alene og svar ja eller nej. Svaret var nej tíl det hele. Og Petur segði víðari: Jeg forstår dem jo ikke mamma..."

 

Tað tók 14 dagar, so var Marianna, mamman, eftir Peturi, og tey tóku beina kós til Danmarkar. Annars hevði Petur tað sera gott hjá Jette mostur í Vági.

 

Petur var aftur í Vági, tá ið Johan og Kirstin fóru alt ov ung hiðani. Annars var tað Kirstin, systirin, sum bað hann koma heim aftur til Føroyar.

 

Petur hevur altið verið raskur, tosar nógv um brøðurnar,  Hegga og Lundahl Augustinussen. Hann arbeiddi og sigldi vid Roc Amadour, sum Augustinussen brøðirnir áttu tá. 

 

Og eg má siga, at hann er ein mega fittur og góður vinur. Og sum hann sigur “Jeg elsker den her ro, her í Våg..."

 

Petur hevur nú fingið seinasta og æviga friðin. Takk fyri alt, sum okur báðir høvdu saman og stóra samkenslu til øll tykkum avvarðandi. Hvíl í friði, mín góði vinur. Eg fari at sakna teg nógv. 

 

Levi R. Mørk