Minst 106 eru deyð í skriðulopi í India

Í minsta lagi 106 fólk hava latið lív eftir skriðulop í Wayanad-landslutinum í indiska statinum Kerala í landsynningspartinum av landinum.

Indianska vanlukkuverkið, NDRF, arbeiddi týsdagin á staðnum, har skriðulopið hendi í indiska statinum Kerala, har hundraðtals fólk eru óttast at vera fangað í oyðileggingini. - Mynd: -/Ritzau Skannamynd

Hetta boðaðu stjórnarmyndugleikarnir í India frá týsdagin, sambært tíðindastovuni Reuters.

128 fólk hava eisini fingið skaða í skriðulopini, meðan fleiri eru meldað saknað.

Tað er "ein av ringasta náttúruvanlukkunum, sum okkara statur hevur upplivað", segði Pinarayi Vijayan, landsstýrismaður í Kerala.

Talið av deyðum fer væntandi at vaksa enn meira. Sambært myndugleikunum eru hundraðtals óttast fyri at vera fangað undir mold og gróti.

Indianski herurin hevur sent í minsta lagi 200 hermenn til økið at hjálpa tilbúgvingartænastuni og myndugleikunum í statinum.

/ritzau/