Misálitið kemur helst týsdagin

Nógv bendir á, at andstøðan á tingi fer at reisa misálitsuppskot á Johan Dahl, landsstýrismann, tá tingfundur verður týsdagin.

Nógv bendir á, at andstøðan á tingi fer at reisa misálitsuppskot á Johan Dahl, landsstýrismann, tá tingfundur verður týsdagin.

 

Hóast einki bendi á, at løgmaður fór at gera nakað við Johan Dahl eftir niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini, um at brot eru framd á játtanarskipan og stýrisskipan, so segði hann við Norðlýsið í vikuni, at hann tekur støðu í næstu viku.

 

Men hendir einki fyri tingfundin týsdagin klokkan 11, so er mest sannlíkt, at andstøðuflokkarnir, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin fara at leggja fram misálitisuppskot á landsstýrismannin.

 

Hendir tað, so verður skráin til tingfundin løgd til viks, og tingið fer alt fyri eitt at viðgera misálitisuppskotið.

 

Tað er samgongan, sum hevur buktina og báðar endarnar, tí samgongan hevur tryggan meirilut á tingi. Spurningurin er so, um allir samgongulimir standa saman um at verja Johan Dahl.

 

Tá misálit varð reist ímóti Jørgen Niclasen í juni, tóku tríggir samgongulimir undir við misálitisuppskotinum. Teir vóru Jenis av Rana úr Miðflokkinum, og Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum. Sum løgtingsgrannskoðari hevur Reimund Langgaard verið við til at reist málið um Johan Dahl, og tí verður áhugavert at síggja, um samgongan stendur saman fyri at verja landsstýrismannin.

 

Ta ferðina við Jørgen Niclasen restaði bara ein atkvøða í, at hann fyri aðru ferð fall sum landsstýrismaður eftir eitt misálitisuppskot. Tað var bara Fólkaflokkurin, sum stóð saman sum ein flokkur at verja landsstýrismannin. Vit skulu minnast til, at hetta er politikkur – og at politikkur er taktikkur:

 

Spurningurin er tí, hvør skyldan hvørjum hvat, og um Fólkaflokkurin eisini stendur saman um at verja ein landsstýrismann hjá Sambandsflokkinum....?