Skulu vit fáa skattatrýstið niður, eiga vit at hava eitt effektivt eftirlit við teimum lógum, sum longu eru í gildi.
Tað heldur Gudny Langaard stjóri í Vodafone í Føroyum.
Á Vinnudegnum hugleiddi hon um hvussu nógv landskassin missur um árið í mgv og øðrum avgjøldum av vørum, sum verða innfluttar uttan um avgjaldsskipanina.
Á vinnudegnum fríggjadagun nevndi hon eitt lítið, tankavekjandi dømi um hetta.
Í hesum sambandi segði hon, at á Vodafone í Føroyum høvdu tey leysliga kannað eftir, hvussu nógvar iPhone 5 tey høvdu selt og samanborið tað við hvussu nógvar iPhone 5 eru á netinum hjá Vodafone.
- Tann skjóta uppgerðin skal sjálvsagt takast við fyrivarni, men hon gevur eina ábending um, at einar 500 iPhone 5 eru fluttar inn til landið uttanum avgjaldsskipanina -kanska smuglaðar til landið- bara tá ið hugsað verður um netið hjá Vodafone.
Landskassin missur kanska 2000 krónur í mvg og avgjøldum av hvørjari einastu telefon og tilsamans missur landið sostatt eina millión krónur í avgjøldum av ymsum slagi, bara hvat Vodaphone viðvíkur.
Verður so kappingarneytin, Føroya Tele, taldur við, eru kanska einar 1500 iPhone 5 innfluttar uttanum skipanina til Føroya.
- Sostatt missur landskassin einar tríggjar milliónir í mvg og øðrum avgjøldum, bara upp á ein einstakar vørubólk, segði Gudny Langaard.