Missiónsfelagið hevur annars skrivstovuhølir í Missiónshúsinum við Landavegin í Havn. Men missiónsleiðari teirra, Øssur Kjølbro býr í Klaksvík, og tí hevur saknur verið á slíkum hølum í hansara heimbýi.
Í farna mánaði varð avtala gjørt við Com Data í Klaksvík um leigu av skrivstovuhølum til missiónsskrivaran og annað virksemi hjá felagnum.
Á sama staði verður eisini útgerð til teirra, sum seta upp blaðið hjá felagnum Kirkjuligt Missiónsblað.