5. partur
Tann fremsta keldan til hendan partin er Símun Waag Høgnesen, sonur Jóan Magnus, sum var ein teirra, sum doyði við Ernestinu. Símun var eisini saman við soninum Jóan Magnus, kallaður Manni, við á minningarferðini til Íslands í 2000, sum greitt varð frá í seinasta parti.
Tá ið 50 ár vóru liðin síðan hesa vanlukku, skrivaði Símun eina sera áhugaverda grein í Dimmalætting, um hvussu tað var at sita eftir faðirleysur eftir eini slíkari vanlukku. Símun hevur eisini givið loyvi til, at tikið verður burtur úr hesi grein í samband við hesi greinarøð.
Máttu avstað aftur
Símun skrivaði í 1980:
Mikudagin 26. marts eru 50 ár liðin, síðan Ernestine fór á land á Selvogsnesi. Átta mans sjólótust. Ein fekk skaða undir bjargingini og doyði á veg til bygdina Selvogur. Hóast vanlukkur á Suðurlandinum bæði fyri og eftir hesa sum Kristina í 1920, har 16 mans sjólótust, og Fossanes í 1938, har 19 mans fórust, kravdu fleiri mannalív, so telist Ernestine hendingin millum teirra, sum altíð hevur verið umrødd øðrvísi millum manna enn tær flestu. Uttan iva tí tann dramatiska bjargingin er kend, fortald av teimum, sum komu úr hesi ræðuligu deyðsfellu á ein undursaman hátt.
Fyri hesi bjarging slóðaði tað framúrskarandi bragdið, ið Ziska Jacobsen framdi, tá ið hann svam í land aftaná eina bítandi kalda nátt við kavaroki og brimódn, har skipið varð liðað sundur og einasta vón um bjarging var at seta lív í vága.
Ein onnur orsøk til, at Ernestine-hendingin hevur eitt framstandandi pláss í fólkaminninum, er helst, at hetta var »fiskikongurin,« ið fórst.
Dimmalætting skrivaði tann 9. apríl 1930 m.a.:
Ernestine var en af den færøske Fiskeflaades største og allerbedste Skibe og i fjor indehaver af Aarets Rekordfangst, da den i alt ved Island og Grønland fiskede for kr. 134.000.
Í eini útvarpssamrøðu segði Erik Lassen, ið var við Ernestinu øll árini 1927-1930, at árið eftir fór hann við sama skipara við nýggjum skipi, Skálanes. Leggjast kann afturat, at av teimum 17, sum bjargaðust, fóru allir uttan ein til skips aftur, hóast fleiri teirra høvdu fingið varandi mein av hendingini. Aðrir møguleikar vóru ikki tá í tíðini at lívbjarga sær.
Fleiri teirra fóru eisini avstað aftur við Skálanes við sama skipara, Dáva í Gerðum. Hetta var mitt í tí stóru búskaparkreppuni, ið lamdi heimshandilin, so tann, ið hevði varðveitt lív og toluliga heilsu, var takksamur at fáa møguleika at lívbjarga sær og sínum.
Eg fari at lata sjálva hendingina liggja. Hon livir í fólkaminni og -munni. Hon er eisini fest á blað í føroysku samtíðarbløðunum og hjá J. Símun Hansen: Havið og Vit.
Sum ein av teimum, ið telist millum teirra, sum mistu undir hesi døpru hending hendan feigdardagin, fari eg at taka fram nøkur minnisbrot frá hesi tíðini. Hon hevur verið so ógvuliga nógv merkt av hesum bráða og beiska umskifti, sum tað at missa pápan og forsyrgjarin er.
Ringt at missa pápan
Minnir frá barnaárum meitla seg ofta serliga fast. Serliga tá tað hava verið óvanligir tilburðir og um tilveran sum heild víkir frá dagligu tilveru annara.
Ein sovorðin munur ger seg galdandi fyri barnið, ið ongan pápa hevur. Hetta er serliga galdandi, tá ið hugsað verður um, at flestu hús á garðinum tá vóru bygd um somu tíð, og børnini í teimum ymisku húsunum fylgdust í aldri.
Pápin var tann, ið leitað varð til, tá ið okkurt skuldi eydnast og trekar av einum og øðrum slag skuldu orðnast. Met um egna virði sprettir í barnaárunum í stóran mun úr tilknýtinum til tey nærmastu.
Mangan var spurt, hvør ið ein var: »Hvør er pápi tín?« Mangan var klumpurin í hálsinum, tá ið svarast skuldi, tí ein pápi, ið var deyður, var einki at kennast við. Ofta var betur at flýggja enn at falla.
Fekk innivist hjá Kjølbro
Pápi, Jóan Magnus Høgnesen, varð føddur á Skála 12. september 1898 og vaks upp í Lorvík. Foreldrini vóru Rasmina Rasmussen úr Uppistovu á Skála og Høgni Høgnesen Uppi við Garð í Lorvík. Pápi var elstur av 10 systkjum. Evnaligur var hann eisini.
Pápi fór til Klaksvíkar at konfirmerast, og hann mann hava havt sjálvsálit. Tey kendu ongan har. Pápi gjørdi av at biðja fyrsta mann, hann møtti, um innivist, meðan hann gekk til prest.
Hann kom á land úti í Klaksvík og fór til gongu heim eftir. Fyrsta manni, hann møtti, segði hann ørindi síni. Hann fortaldi, hvør hann var og bað um hús. Jú, tað var gaman í. Maðurin bað pápa fara heim á Biskupstøð og siga við konuna Karin, at tað var í lagi. Maðurin var Jógvan Joensen, seinni kendur sum J.F.Kjølbro.
Um pápi var verandi har beint aftaná konfirmatiónina, ella um hann kom aftur seinni, veit eg ikki. Men eina tíð búði hann í hvussu er hjá Kjølbro. Julius Gaard í Svínoy, sum róði út við Óla á Dalinum saman við pápa, segði mær, at hann plagdi at fara inn til Kjølbro við útróðrarboðum til pápa. Seinni búði pápi hjá Dáva í Gerðum um veturin.
Veturin 1921/1922 gekk pápi á skiparaskúla hjá Djurholm. Aftaná hetta var hann bestimaður hjá Dáva, sum hann eisini hevði verið við øll árini frammanundan. Ein túr í 1925 førdi pápi Solo. Bestamenn vóru Lassen og Julius á Viðareiði. Av manningini annars veit eg bert um farbrøður mínar, Karl hjá Høgna og Høgna Marius úr Lorvík og so Hendrik Hammer í Oyndarfirði, pápi Óla. Hendrik segði eina ferð, eg prátaði við hann, at frægari manning enn hana á Solo tað árið var ring at finna. Men ikki gekk væl við fiskiskapinum. Hann segði, at tað viðraði stak illa, og Solo var deyðsiglari. Eisini er sagt mær, at hon var ring at fáa at liggja.
Brúdleypið mátti útsetast
Hóast eg ikki veit tað fyri vist, so hugsi eg mær, at mamma og pápi eru komin saman uppi hjá Dáva, tí mamma tænti har eitt tíðarskeið. Tey giftust 20. desember 1923.
Brúðarvígslan var annars lýst til tann 19., men hon var av ongum orsakað av veðri, og varð hon tí útsett til dagin eftir. Veðrið gjørdi eisini, at ikki var farandi húsanna millum. Poulina í Oyndarfirði, ein vinkona mammu, og Gunhild mostir, sum høvdu verið við til at gera til brúdleyps, svóvu í brúðarsongini hesa náttina. Tað skal bera við sær vanlagnu, sigst!
Hjúnarlagið gjørdist stutt, tí tað var bert seks ár seinni, at pápi fórst, og mamma sat einkja við fýra smádreingjum frá hálvum til 5 ára gamlir.
»Ger pápa livandi aftur«
Ein lítil drongur stóð við grøvina hjá pápa sínum og sá mammuna gráta. Hann helt hendurnar saman og rætti tær upp um høvdið, hugdi sama veg og segði: »Góði Jesus pápi, ger pápa livandi aftur.« Og helst hevur henda inniliga áheitanin verið endurtikin fleiri ferðir. Men so við og við gjørdist greitt, at hon fór at vera úrslitaleys.
Hvussu ein slík ræðulig hending knappliga broytir alt, veit bert tann, sum upplivir tað, men lívið má livast víðari.
Hvussu tann fyrsta tíðin formaði seg, veit eg ikki at siga frá, tí eg var einans hálvfjórða ára gamal í mars 1930.
Tíðliga minnist eg, at vit vóru nógv hjá ommu og abba í Vági í Klaksvík. Mamma var nakað sjúk og var ikki arbeiðsfør eina tíð. Eg veit heldur ikki, hvussu úrkoma fekst ta tíðina. Í 1935 fekk mamma skúlan at vaska. Eg haldi, at hon fekk 80 krónur um mánaðin. Er hetta rætt verður tað góðar kr. 900 um árið. Tað var ikki so galið.
Til sammetingar kann sigast, at sambært Erlendi Patursson: Fiskiveiða-Fiskimenn høvdu um 75% av fiskimonnum um hesa tíðina eina ársinntøku, sum lá millum 600 og 900 krónur fyri umleið 7 mánaðir frá mars til september, tá skipini vóru í drift.
Tað vóru 10 skúlastovur at vaska og við ávísum millumbilum at fernisera. Kolovnur var í hvørjari stovu. Hvønn morgun skuldi kykast, so tað var heitt inni til innringingartíð. Vit beiggjar hjálptu til eftir førimuni. Eg kann so ikki siga, at mín partur kom á hædd við hinar. Menniskju eru so ymisk.
Mamma var eisini dúglig og íðin við stokkum, bara tógv var til. Men serliga til seyming var hon burtur úr. Seymimaskinan gekk bæði tíðliga og seint. Ógvuliga fá mundu pløggini vera, sum keypt vórðu uppá okkum. Tá ið mamma gav vaskiarbeiðið frá sær í skúlanum orsakað av krígsumstøðum, fór hon at seyma burtur av bæði fyri fólk og virki í bygdini. Hetta var tað, ið gav høvuðsinntøkuna.
Tað var enn ein smeitur hjá okkum, tá ið Palli pápabeiggi gekk burtur við Fossanes í 1938.
Hugalig fólk sum logerandi
Ein roynd at fáa inntøkur var at hava fólk búgvandi, og tað minnist eg væl aftur á. Eg haldi, at hetta var við til at bøta um saknin hjá okkum um pápa.
Eg minnist serliga Aksel í Dali úr Havn, ið hevði fragd av at læra meg danskt. Eisini Ginki-Tummas úr Havn, ið hevði verið smiður í Føroyingahavnini, visti manga skemtiliga søgu.
Poul Andreas í Mikladali, har mamma hevði tænt sum ung genta, eigur eisini at nevnast sum eitt ljós, ið skaraði framúr. Hann hevði altíð onkur ráð. Hann kundi siga nógv við ongum orði. Men meginorðini vóru altíð: »Tað er einki, hygg uppeftir.«
So var tað Jensen, danskur el-maður, ið eg hvønn leygardag keypti ein pakka av Geleshag fyri. Pakkin kostaði 75 oyru. Tað 25 oyra, sum leyp av krónuni, eg fekk við mær, var lønin. Hetta vóru ikki smápengar tá. Jensen hevði radio, og tað gav eina serliga tign tá.
Gott ummæli av pápanum og góð minni um mammuna
Sum árini eru liðin, og ein lítur aftur um bak, rennur mær ofta í hug, hvussu vinsæl fólk hava verið, og hvussu nógv hava greitt mær frá um pápa. Slíkt hevur fjálgað. Johanna Hvidbro plagdi at siga, tá ið eg kom við vøru til handilin hjá teimum: »Vit vóru javngomul, pápi tín og eg. Vit gingu i sama klassa. Ofta bað gamli lærarin pápa halda skil á skúlanum. Hann dugdi væl at rokna, men eg minnist serliga væl til, hvussu væl hann skrivaði.«
Tey bestu minnini eru sjálvandi um eina pliktuppfyllandi og kærleiksfulla mammu, ið brádliga fekk eina næstan óloysiliga uppgávu. Seinni segði hon ofta, at hana fekk hon megi til at loysa við teirri trúgv, hon fekk á ungum árum og ongantíð veik frá.
Í kirkju var altíð farið sunnnudag. Eisini var farið í sunnudagsskúla og á møti í missiónshúsinum Emmaus. Her má eg nevna trúboðaran Alfred Petersen og hús hansara fyri teirra trúfesti og vinarlag allar teirra dagar.
Av talarum í Emmaus minnist eg best Elduvíks Jógvan, pápa Jákup og Fischer Heinesen. Hann sat á endanum á næstinnasta beinki vinstrumegin og stillaði seg við ørmunum á kross, tá ið hann hevði orðið. Eg haldi, at hann hevði eina norska bíbliu, ella var tað úttalan, sum gjørdi, at eg helt tað.
Men eg minnast enn, tá ið hann las: »Kast dit brød på vandet, og du skal finde det længe efter«. »Ja, boyggi,« segði hann so, meira minnist eg ikki.
Ein annar talari var Samson, deknurin. Eg minnist einaferð, hann las um Zakeus, ið var so lítil av vøkstri og tí var farin upp í eitt træ at síggja Jesus. Tá Samson greiðir frá, hyggur hann upp, eins og hann sær Zakeus og sigur: »Zakeus kom niður!« Meira minnist eg hann ikki siga. Men hetta var so lívagtugt, at vit vendu okkum fyri at vita, um Zakeus var at síggja. Onkur haldi eg smíltist.
Sangurin hjá pápa
Heima var ofta borðbøn ella borðsangur. Altíð varð lisið Faðirvár og sungin sangurin »Takk Harri fyri hendan dag,« sum pápi hevði yrkt. Hann er nr. 735 í Missiónssangbókini og ljóðar soleiðis:
Takk Harri fyri hendan dag
sum eg nú havi livað,
men synd mína, eg biði teg
í himli ikki skriva.
Eg mammu míni vildi gjørt
alt gott ta stund eg livi;
og Jesus, vildi tú meg ført
og tína kraft mær givið.
Og eg mín pápa líða vil,
tí hann er okkum góður,
ein góðan drong Gud ger meg til
hjálp mær at vera fróður.
O, Jesus Kristus hjálp tú mær
á øllum illum vinna,
at elska beiggjarnar meg lær
og alt hitt góða inna.
So veit eg Jesus, at tú vilt
mín góði faðir vera,
meg varða frá at gera ilt
men satt Guds barn at vera.
Ver Jesus hjá okkum í nátt
við tínum einglaskara
og hvønn ein dag á allan hátt
oss verja væl og varða.
Tað er annars eitt sjáldsamt samantreff, at tveir av teimum níggju monnunum, sum doyðu við Ernestinu, eru umboðaðir í Missiónssangbókini. Tað kann vera nevnt, at Hjalmar, sonur Jóan Magnus, eisini eigur sálmar í hesi songbók.
Gjørdist abbi uppá tíman 20 ár eftir vanlukkuna
Meðan tú situr og starir at hesum løgna mosaikki til tess at skilja tað, hann rúmar, so er tað eins og tú hoyrir eitt hvølt afturljóð frá barnaárunum taka aftur í aftur, at »tað er ikki alt millum himmal og jørð, ein kann fata.« Hesin mosaikkur, ið noktar at gerast heilskapaður, rúmar millum alt tað, mannaskilið helst kann greina, eitt merkiligt loynifyribrigdi.
Eg giftist í 1949, og vit fingu fyrsta sonin árið eftir. Hann var eisini fyrsti abba- og ommusonur mínumegin. Tá ið hann skuldi doypast, segði eg mammu, at vit fóru at kalla pápa upp. Henni líkaði tað ikki væl, eg veit ikki hví. Men navnið var eyðgivið. Hann var føddur, ja løgið er tað, tann 26. mars kl. 9,30 á kvøldi, sama dag og sama tíma, sum Ernestine var farin á land 20 ár frammanundan.
Abbin var føddur sunnudag, fyrsti abbasonurin somuleiðis. Sostatt var sjálvsagt, at hann fekk navnið Jóan Magnus Suni.
Í samband við hetta kom eg at hugsa um eina bók í húsinum. Hon æt ”Når først væven er standset.” Eg veit ikki meira um bókina uttan hetta ørindi, ið ofta varð havt á munni.
Når først Væven er standset
og Skytlen holdt op med at slaa
vil Gud tage Tæppet til side
og lade os klart forstaa
hvorfor de mørke traade
saavel som de gyldne baand
er lige saa nødvendige for Mønstret
i Mesterens kyndige Haand.
Men enn gongur vevurin og skjúttilin slær. So leingi tað varar, er tað skylda okkara at greina lítla torskilda mosaikk og eisini tann stóra, hann er partur av, so vit gerandis kunnu fáa gagn av tí arvi, hann ber í sær.
Her kann skoytast uppí, at av hesum fýra brøðrum liva tveir í dag. Rólant doyði fyri nøkrum árum síðani, og Hjørleif nú um jóltíðir. Umframt Símun livir sostatt Hjalmar, kendur sum skipari á Barsskor í mong ár. Hjalmar hevur eisini dugnað frásøgnini um Ernestinu, eins og hann hevur dugnað øðrum tilfari, sum eg havi skipað fyri.
Jóan Magnus bjargaði beininum á mammubeiggjanum
Fyri nøkrum arum síðani hevði FF-blaðið samrøðu við Sverra Rasmussen, ættaður av Skála. Hann var sonur Palla Rasmussen, vanliga nevndur Skála Palli, sum var mammubeiggi Jóan Magnus. Ta ferðina fortaldi Sverri eina heilt ótrúliga søgu um, hvussu Jóan Magnus bjargaði beininum á Palla. Frásøgnin hjá Sverra var henda:
25. mars í 1925 høgdi pápi seg illa í beinið við eini øks, og annar leggurin fer í knús. Eingin lækni var á Skálafjørðinum tá, og sum frá leið kom kolbrandur í. Á sjúkrahúsinum í Havn vóru læknarnir samdir um, at skuldu teir bjarga lívinum á pápa, máttu teir taka beinið. Men tað vildi pápi ikki, og hann segði korta nei. Hann gav greið boð um, at "tit kunnu taka høvdið, men beinið sleppa tit ikki at røra". Men læknarnir søgdu, at "vit hava skyldu til at bjarga lívi tygara". So her mátti okkurt gerast.
Ein genta av Skála var gongsgenta á hospitalinum. Hon æt Rakul á Fløtti. Pápi bað hana samla tað, hann átti í kuffertið, so hann kundu fara av sjúkrahúsinum so tíðliga á morgni, at eingin varnaðist. Jú, hon so ger, og so fer hann. Hann kundi ganga við stavi. Ein lastbilur tók hann upp og koyrdi hann heim í Vágsbotn. Hann fór so inn á Skála við mjólkarbátinum, sum óivað var "Ruth".
Jóan Magnus, systirsonur pápa, var júst komin av skipi. Hann hevði verið við "Solo", sum nú lá á bedingini á Skála. Teir báðir vóru góðir vinir, og teir vóru nærum vaksnir upp saman. Jóan Magnus sá pápa, tá hann kom í land av postbátinum. Hann sigur við pápa: "Nú stendur sera illa til hjá tær". Jóan Magnus vildi hava pápa umborð á "Solo".
Tann rama gift
Umborð komnir fara teir aftur í kahúttina. Jóan Magnus hevði eitt serligt hegni at hjálpa teimum, sum kravdu læknahjálp. Pápi sat eina langa tíð umborð, meðan Jóan Magnus læs í eini læknabók. So byrjaði hann at blanda. Táið hann var liðugur, koyrdi hann løgin upp í eina stóru fløsku. Kokkur var umborð, og hann hevði úr at gera at bera heitt vatn aftur í kahúttina. So sigur Jóan Magnus við pápa: "Hetta er tann rama gift. Tað skal ein sterkur lútur til, um tú skal sleppa burtur úr hesum." Jóan Magnus bað hann ganga og ganga so nógv, sum hann yvirhøvur orkaði. Mergurin skuldi nokk orðna seg. Men beinið var so hovið, at mamma mátti tvær ferðir leggja brøkurnar út, so hann kundi sleppa í buksurnar.
So sigur Jóan Magnus, at hann mátti koma niðan við til hús, so hann kundi geva mammu boð um at beina fyri fløskuni, um tað hendi nakað óvanligt. Pápi skuldi taka eina súpuskeið av hesum í fløskuni hvønn dag. Pápi greiddi frá, at so skjótt sum hann hevði tikið hesa skeiðina, tá brendi sveittin út um pannuna. Tað fór niður gjøgnum kroppin, og so fór at renna úr sárinum. Eftir einari viku var hevilsið farið at svinna. Hann mátti framvegis liggja so lítið sum møguligt, og hann mátti ganga alt tað, hann orkaði.
Eg var 9 ár tá, og minnist alt hetta. Eg taldi svullirnar á beininum, og teir vóru 24. Tað minnist eg enn dagin í dag. Og tað kom eitt beinsplintur úr hvørjum svulli. Tá komið varð út í oktober kundi hann fara aftur á skipasmiðjuna og fáa okkurt lætt arbeiði. Hvussu leingi fløskan vardi minnist eg ikki. Lítla jólaaftan kom tað seinasta splintrið út, og tað var heilt niðri við øklaknútin.
Spældi sær av við tryggingina
Men so gekk tíðin. Tá fekk pápi eitt bræv frá tryggingini, at teir skiltu, at hann hevði liðið órætt av læknunum. Hann svaraði aftur og gav ilt av sær um, at teir sendu slíkar kvakksalvarar til Føroyar, sum ikki kundi klára tað, sum ein skipari kundi. Brævið kom aftur um aftur hjá pápa. Hann fekk onga trygging.
So einaferð kemur pápi út á hospitalið at vitja mammu, sum var innløgd. Tá komu boð um, at læknarnir vildu tosa við hann. Teir vóru púra paff at síggja mannin koma trampandi spillfrískan, men teir vóru framvegis firtnir um brævið, sum hann sendi. Men pápi gav aftur teimum av somu skuffu. Hann trampaði í gólvið og segði, at hann skuldi nokk klára seg uttan teirra trygging!
Annars greiðir Hjalmar hjá Jóan Magnus frá, at hvørja ferð hann hitti Skála Palla, plagdi hann at siga: "Pápi tín átti lívið í mær."
Sverri er deyður fyri nøkrum árum síðani, men tað var heppið at fáa hesa søguna um Jóan Magnus, áðrenn tað var ov seint. Palli bleiv annars yvir 90 ára gamal og arbeiddi nærum til tað seinasta.
---------------------
Tryggingin var á eini leið..
Ein góður spurningur er hvussu fólk vórðu tryggjað tá í tíðini
Samfelagið var samansett á ein heilt annan hátt í 1930 enn nú. Inntøkurnar vóru lágar, og hetta merkti, at synirnir í húsinum eisini løgdu sína inntøku til húsarhaldið. Tí vóru tað ofta fleiri inntøkur, sum duttur burtur í sama húsi í slíkum førum sum hesum.
Tað, sum fyrst og fremst bjargaði raktu húsarhaldunum, var hjálpin sum kom frá fólki nógva staðni frá. Hon var bæði fíggjarlig og materiell.
Tað hava verið ymiskar tryggingar, eisini danskar, galdandi fyrst í øldini. Tær munnu hava verið rættiligar mangulfullar, tí tær vóru sjálvbodnar.
Men frá 1926 fer Føroya Vanlukkutrygging at virka, og hevur hon verið eitt stórt framstig, tí tá gjørdist trygging lógarbundin fyri alla manningina.
Í 1930 var tryggjarendurgjaldið millum kr. 2.000 og kr. 4.500. Tað vóru bert einkjur sum fingu, meðan einki varð goldið fyri ógiftar dreingir. Í hvussu er um tað ikki kundi prógvast, at teir reelt vóru forsyrgjarar. Talan var um eina grundupphædd og eitt ískoyti til hvørt barn við einum samlaðum hámarki.
Eini hús kostaði tá millum 3 og 4.000 kr. Tískil kundi endurgjaldið svara nøkurlunda ella út ímóti til prísin á einum húsum. Samlaða endurgjaldið frá vanlukkutryggingini til manningina á Ernestinu var kr. 31.300. Tað var kanska ikki so heilt galið.
Teir, sum vist onga hjálp fingu, vóru teir av manningini, sum komu frá vanlukkuni við lívinum. Teir vóru sum vera mann illa fyri bæði likamliga og sálarliga. Tað finst eisini okkurt bræv sum lýsir teirra støðu. Men har var einki at gera. Teir máttu fara avstað aftur, um teir føldu seg føran fyri tí ella ikki. Tað fóru eisini fleiri teirra við Skálanes við sama skipari, men hetta var so ikki fyrr enn árið eftir.
Tey, sum mistu, fingu eisini eina bráfengis hjálp úr »Fonden for forulykkedes Efterladte,« men her kom ann uppá, hvussu viðkomandi húski var fyri. Sýslumaðurin í Norðoyggjum skrivar tann 8. apríl 1930 til amtið eina lýsing av støðuni hjá teimum húskjum, sum mistu.
Tað kom fyrst og fremst ann uppá, um tað vóru óforsyrgd børn í húsinum. Eisini verður hugt at ognini hjá teimum eftirsitandi. Eisini, um tað vóru gomul foreldur inni, sum jú ikki fingu tað stóra frá tí almenna.
Sýslumaðurin lýsir húsfólkið í teimum húsum, sum hoyrdu heima í Norðoya Sýslu soleiðis:
1.
Joen Magnus Høgnesen, Klaksvig, 31 Aar gammel efterlader sig:
a. Enken Turid, f. Waag
b. Sønnen Ragnar Thorleif Waag-Høgnesen, 5 Aar gl
c. Simon Waag Høgnesen, 3 Aar gl
d. Róland Waag Høgnesen, 2 Aar gl
e. Hjalmar Waag Høgnesen, ½ Aar gl
2.
Rasmus Jacobsen, Kunø, 39 Aar gl
Efterlader sig:
a. Enken Susanne Malene f. Samuelsen, Kunø
b. Sønnen Thorstein Johannes Jacobsen, 8 Aar gl
c. Hans Andreas Jacobsen, 7 Aar gl.
d. Datteren Marie Simona Jacobsen, 4 Aar gl.
e. Sønnen Sverre Frederik Jacobsen, 3 Aar gl.
f. Daniel Poul Jacobsen, ¾ Aar gl
3.
Ole Jacob Hansen, 44 Aar gl
Efterlader sig
a. Enken Johanne, f. Larsen, Klaksvig
4.
Thomas Thomsen, Svinø, 44 Aar gl
Efterlader sig:
a. Enken Anna Frederikke f. Jacobsen, Svinø
b. Sønnen Johannes Kaj Thomsen
c. Datteren Katrine Sofie Frederikke Thomsen
begge myndige
5.
Karl Martin Joensen, Klaksvig, 22 Aar gammel
Efterlader som Arvinger:
a. Moderen Sannelene Joensen f. Johannesen, Klaksvig
b. Søsteren Ellen Marie Joensen g.m. Samuel Jacob Isaksen, ættaður úr Norðragøtu.
c. Broderen Samuel Michael Joensen
d. Søsteren Bergitte Joensen
e. Broderen Olgar Joensen
f. Peter Christian Joen Edvard Amaliel Sigurd Joensen, 19 Aar gammel
Her kann skoytast uppí, at pápi Karl, Peter Christian, gekk burtur við Norðistovubátinum í 1910, tá ið Karl var tvey ára gamal. Yngsti beiggin var ikki føddur tá. Hann varð uppkallaður eftir allari manningini
Hetta var søgan um Ernestinu
Nú eru vit komin til endan á søguni um Ernestinu. Hetta er bæði ein syrgilig søga og ein lívsjáttandi søga. Søgan lýsir sera væl ta neyðarstøðu, sum hesir fiskimenn hava verið í, men sum eisini so nógvir aðrir fiskimenn hava verið í, og sum ikki hava kunnað sagt frá. Tí er tað ikki so løgið, at hesar hendingar eru ein partur av samleikanum hjá føroyingum, sjálvt um so long tíð er liðin.
Men hetta er eisini ein søga um, hvussu menn kundu koma burtur úr ein støðu, har deyðin var nærum vísur. Víst er Ziska Jacobsen hetjan. Men tað eru allir av manningini eisini. Teir bardust fyri lívinum so leingi teir kundu. Summir kláraðu tað, aðrir ikki. Hetta er ein partur av okkara lagnusøgu.
At enda skal tøkk veitast øllum teimum, sum hava dugnað hesi frásøgn, so hon kom at spenna so vítt, sum tað er hent.
Komandi parti
Í komandi parti fara vit at lýsa vanlukkuna, tá ið Queen Victoria fór á land á Suðurlandinum í 1931. Hetta er ein søga sum minnir nokk so nógv um hana hjá Ernestinu. Hetjan var John á Bakkanum í Vestmanna. Hann var við til at bjarga allari manningini men doyði sjálvur