Ein bilførari, sum koyrdi vestur eftir Norðara Ringvegi í Havn leygarnáttina misti tamarhaldið á bilinum og fór yvir í skeiva síðu, upp um gongubreytina og rendi á ein lyktapela. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at eingin fókaskaði var, og at bilførarin var ikki ávirkaður.
Politirapportin seinaseta samdøgrið er ikki so rúgvusmikil. Løgreglan hevur verið í Eysturoy og sett reyð klistrimerki á fýra bilar. Tað mekir, at tað eru bilar, sum standa á almennum vegi uttan nummarplátur. Og tað er ikki loyvt.
Tá løgreglan klistrar reyða merkið á bilin, so stendur har, at eigarin hevur 48 tímar at flyta bilin av alfaraveg, annars syrgir løgreglan fyri at tað verður gjørt fyri eigarans rokning.
##med2##












