Heiðurin at seta Míttland í dag fekk Heðin Mortensen. Sambært borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu er ein av orsøkunum, at hann var biðin, at fyrireikararnir ynsktu ein virknan borgarstjóra at seta festivaldagin.
- Vit í Tórshavnar kommunu hava víst í verki, at vit vilja hava fólk heimaftur, sigur Heðin avgjørdur.
- Eitt nú hava vit verið til ymisk tiltøk í útlandinum so sum í Onglandi, men eisini her í Danmark, har vit hava roynt at greitt frá, hvat Tórshavnar kommuna kann bjóða. Um jóltíðir hava vit eisini í nøkur ár verið við í Jobmatch, sigur Heðin.
Í setanarrøðuni royndi Heðin at vísa á, hvat útisetar kunnu vænta sær, tá teir koma heimaftur.
- Eg vildi gjarna fortelja, hví útisetar skulu koma heim. Tað er av stórum týdningi at fáa tey heimaftur, tí tey mynda okkara komandi framtíð, sigur Heðin.
- Í Havn hava vit øll tilboð: barnagarðar, skúlar, frítíðartilboð, ítrótt, ókeypis buss og nógv annað.
Heðin metir tað vera týdningarmikið við tiltøkum sum Míttland.
- Tað er gott at seta fokus á Føroyar, og tað er týdningarmikið, at vit markera okkum sjálvi – eisini í Danmark, sigur Heðin at enda.