Veruleikin er, at vit tóku ábyrgd av at fáa tey ovurhonds stóru virðini til høldar við størst møguligu úrtøku fyri føroyska samfelagið – aftaná at Fólkaflokkurin hevði stungið halan millum beinini og rýmdi úr samgonguni.
Í áratíggjur hevur Fólkaflokkurin stýrt fiskivinnupolitikkinum, íroknað tey fýra tómgongdsárini við Bjørn Kalsø. Stýrt honum sum gávubúð til lægstbjóðandi vinir og kenningar.
Í fjør ráddi Fólkafloksins landsstýrismaður persónliga fyri, hvussu tey dýrabæru tonsini uppá 67.000 tons av makreli vóru býtt.
Tá samanum kom vóru 22.000 tons – 33% - av hesum stóru virðum farin í tað bera mjøl - í guano – fyri skittfiskaprís.
Í ár var annað lag. Aðrir flokkar tóku ábyrgdina uppá seg. Tað byrjaði í Uttanlandsnevndini - undir Javnaðarfloksins leiðslu – har einans Fólkaflokkurin stóð uttan fyri felags niðurstøðuna: at hesi ovurhonds stóru virði skuldu gagnnýtast á mest skynsamiligan hátt, at mest møguligt skuldi koma til matna, og at mest møguligt skuldi koma føroyska samfelagnum til góðar.
Av teimum 124.000 tonsunum komu yvir 120.000 til matna og einans 4.000 til mjøl – tvs. 3,2 % - at samanbera við Fólkafloksins 33%.
Í makrelveiðuni í ár vóru 30 skip við føroyskum manningum. Samlaðu hýrurnar hjá hesum vóru um 250 mió. kr. Í skatti munnu teir hava lagt út við helvtina eftir seg. Harumframt koma gjøldini til landskassan, til felags landshúsarhaldið, uppá einar 88 mió. kr. Samlaða útflutningsvirði av makrelinum í ár verður mett til einar 800-900 mió. kr. !
Og so vágar hesin Mjølflokkurin sær at tosa um at blaka dýrabær virði fyri borð!