Mjólk og kjøt verða dýrari

Næsta ár verður dýrari at keypa mjólk og kjøt.

Tað verður avleiðingin av sparingum, sum samgongan ætlar at seta í verk.

Hetta ivast Anna Rubeksen, forkvinna í Bóndafelagnum, ikki í.

Hon vísir á, at næsta ár ætlar samgongan at avtaka játtanina til djóralæknatænastuna.

Í ár var játtanim 973.000 krónur og tær verða brúktar til vaktarhald til djóralæknar eftir vanliga arbeiðstíð.

Avleiðingin av, at játtanin verður avtikin, verður, at næsta ár fer bara at bera til at fáa fatur á djóralækna gerandisdagar í vanligari arbeiðstíð

Og skuldi tað av tilvild eydnast at fingið fatur í einum djóralækna uttanfyri vanliga arbeiðstíð, verður tað fyri ein heilt annað og hægri kostnað enn higartil.

- Hetta er ein sera óheppin og ótolandi støða fyri landbúnaðin í Føroyum og serliga fyri bøndur, sum kunnu verða noyddir at avlíva neyt ella onnur djór, sum eru bóndans vinnutól, vegna vantandi djóralæknahjálp, sigur Anna Rubeksen.

- Men sum ein góður vinnurekandi, kann bóndin ikki annað enn at senda rokningina víðari til føroysku familjuna, sum keypir mjólk og kjøt.

- Í veruleikanum er játtanin til djóralæknatænastuna ein brúkarastuðul at tryggja kundanum so bíliga mjólk og so bíligt kjøt, sum gjørligt, sigur forkvinnan í Bòndafelagnum.

- Vit spyrja um hetta er ein liður at niðurlaga landbúnaðin í Føroyum. Men er tað ætlanin, so vælsignaðu, gevið okkum greið boð, leggur hon afturat.