Mjølnir ætlar at seta tingini uppá pláss leygardagin

Aftaná tann trygga 3-0 sigurin hjá Mjølni ímóti SÍ í tí fyrstu FM-finaluni hjá kvinnum í Eik-deildini í flogbólti fekk Tróndur Arge orðið á Marjuna Kalsø, venjara hjá Mjølni.

 

Marjun Kalsø fegnaðist um tann greiði sigurin, og eitt gott leikligt avrik. Hon bað sínar spælarar halda fast við tað góða spælið, sum tær hava víst teir seinastu fýra dystirnar, og hon trýr fult uppá, at tað fer at bera til at motivera spælararnar at seta tingini uppá pláss í tí næstu FM-finaluni í Trongisvági leygardagin.

 

Tróndur Arge fekk eisini orðið á Sofíu Purkhús og Einu Kalsø. Eina Kalsø gjørdi greitt, at tær alla at koma norður aftur til Klaksvíkar leygardagin, sum føroyameistarar í flogbólti.

 

Annika Niclasen hjá SÌ iðraði seg um skaðan hon fekk, og hon helt avgjørt, at SÌ kundi fingið meira burturúr. SÍ-kvinnurnar trúgva enn uppá FM-heitið, og tær fara at gera sítt ítarsta fyri at stríðast fyri sínum møguleika.

 

Tað ber til at hoyra prátini Tróndur Arge gjørdi við Marjuna Kalsø, Sofíu Purkhús, Einu Kalsø og Anniku Niclasen í ljóðbrotinum undir greinini. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra teir tríggjar avgerandi bóltarnar í teimum trimum settunum. Helen á Lakjuni var viðmerkjari til dystin í kvøld.