MMR: Nýtt stýri er á gáttini

- Tað er also fráfarandi stýrið, sum situr, inntil eitt nýtt er valt, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.

- Tað er also fráfarandi stýrið, sum situr, inntil eitt nýtt er valt, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.

 

 

Seinastu fýra árini hevur eitt stýrið sitið fyri Kringvarpið, har Rúni Heinesen hevur verið formaður. Skeiðið hjá fráfarandi stýrinum gekk út 31. desember í ár, men hóast hetta er einki nýtt stýrið valt.

 

Rúni Heinesen, fráfarandi formaður, segði við in.fo fyrr í dag, at teirra virksemi var liðugt so vítt sum hann veit, og at tey hava havt sín endaliga fund í stýrishøpi. Sostatt veit hann einki um, at fráfarandi stýrið framvegis hevur ovastu ábyrgd av Kringvarpinum.

 

Les eisini: Kringvarpsstýrið: Vit eru liðug við okkara tørn

 

Men spyrt tú Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, so er tað fráfarandi stýrið, sum eigur ábyrgdina, inntil nýtt stýrið er valt.

 

- Tað hevur drigið út at fáa endaligu nøvnini frá politisku flokkunum, og tað er orsøkin til, at nýggja stýrið ikki er mannað enn. Og tá tað er so, so er tað fráfarandi stýrið, sum situr við leiðsluni, inntil nýtt tekur við, sigur Poul Geert Hansen.

 

Og veit verandi stýrið ikki av tí, so mugu tey fáa tað kunningina, heldur aðalstjórin. Men eftir øllum at døma fer hendan óvissan ikki at valda á økinum í nógvar tímar aftrat, tí Poul Geert Hansen sigur, at fráboðan um nýggja nevnd er á gáttini, og at tað helst verður í dag, at nýggj nevnd tekur við.