Møguleiki at fylgja stroyming av próvhandan á Setrinum

Fríggjadagin 26. juni klokkan 10:00 verður ársins prógvhandan hjá Fróðskaparsetri Føroya hildin í Norðurlandahúsinum, og hátíðarhaldið verður stroymt.

 

Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya á setur.fo, og har er leinki til stroymingina.

 

Skráin er henda:

 

10:00 Martin Tvede Zachariasen, rektari, býður vælkomin

 

10:05 Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, ber fram røðu

 

10:10  Jórun Maria Lamhauge Dalbø, umboð fyri lesandi, ber fram røðu

 

10:20 Tónleikaframførsla við Elinborg Pálsdóttur

 

10:30 Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, ber fram røðu

 

10:40 Prógvhandan

 

11:45  Felagssangur

 

11:50  Bjóðað verður til ábit

 

13:00 Liðugt