? Eg taki tað heilt einfalt sum at summir býráðslimir hava ov lítlan áhuga fyri barnaansingini.
Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd hjá býráðnum fór sum av torvheiðum heimaftur úr býráðnum seinnapartin týsdagin.
Hon hevði kallað sosialu nevnd saman seinnapartin týsdagin at viðgera ein hin størsta, sosiala trupulleikan, sum yvirhøvur er í býnum: Tað ovurstóra trotið á dagrøktarplásum.
Yvir 400 børn standa nú á bíðilista, og fundurin í Sosialu nevnd skuldi viðgerða spurningin um, hvussu ein partur av dagrøktarneyðini kundi loysast.
Býráðið hevur sett 2,5 millión av til ?aðra barnaansing?, sum tað verður nevnt.
Tvs, at hetta er peningur, sum er settur av til barnaansing afturat tí, ið sett av til barnagarðar, vøggustovur, og aðra barnaansing í býnum.
Og fundurin í Sosialu nevnd týsdagin skuldi nettupp viðgerða spurningin um, hvussu hesir pengarnir skuldu brúkast.
Ætlanin var, at gera eitt tilmæli, sum býráðið kundi taka støðu til á næsta býráðsfundi.
Og málið hevur skund, tí næsti býráðsfundur verður longu hóskvøldið.
Tríggir møttu ikki
Men fundurin týsdagin bleiv eitt stórt vónbrot og púra onki kom burturúr.
Tí tá ið avtornaði, møttu bara tveir av teimum fimm limunum í sosialu nevnd á fundi.
Tað vóru tær báðar konurnar í nevndini, Elin Lindenskov, formaður og Katrin Dahl.
Hinvegin møttu ongin av teimum trimum monnunum í sosialu nevnd á fundinum.
Teir eru Kaj Leo Johannesen, Heðin Mortensen og Ingi Mohr.
Og táið tríggir nevndarlimir av fimm ikki møta, er nevndin ikki viðtøkufør.
Tí fekk nevndin onki gjørt við málið týsdagin sum ætlað, og tær báðar konurnar máttu heimaftur sum av torvheiðum.
Elin Lindenskov sigur, at fundurin var settur at vera klokkan trý, seinnapartin týsdagin.
Men táið tær báðar, Katrin og hon, høvdu bíðað til fánýtis til klokkan fimm minuttir í fýra, mátti hon ásanna, at fleiri limir komu ikki, og tá sleit hon fundin .
Tær bíðaðu kortini í fundarhølinum í einar tjúgu minuttir aftaná tað. Men klokkan eitt korter til fimm var var heldur ongin komin.
Ongin áhugi
Elin Lindenskov sigur, at hon tekur hetta heilt einfalt, sum tað, at summir býráðslimir ikki hava nóg stóran áhuga fyri, huvssu vit loysa trupulleikan við barnaansingini í býnum.
Fundurin varð avtalaður eina viku frammanundan og leygardagin fingu teir skránna útflýggjaða.
Hon sigur, at tað kemur ner sera óvanligt , at nevndir í býráðnum ikki eru viðtøkuførar av tí at ov fáir nevndarlimir møta upp.
Hon minnist bara eina ferðina áður, at hetta er hent í sosialu nevnd.
Hon sigur, at hon hevur tosað við onkran av monnunum í nevndini, og hann segði bart út, at hann hevði gloymt fundin.
? Spurningurin er so: Hví gloymir ein býráðslimur ein fund um eitt so týdningarmikið mál, spyr Elin Lindenskov.
Hon sigur, at sjálv tekur hon tað, sum um áhugin fyri málinum er ov lítil.
? Hjá summum er tað ikki so spennandi politikkur at fáast við barnaansingarmál. ? Hjá teimum er barnaansingin kanska meiri enn tvørleiki, heldur enn ein avbjóðing.
Tey flestu vilja ikki
Elin Lindenskov sigur, at útgangsstøðið hjá Sosialu nevnd var m.a. kanningin, sum býráðið herfyri gjørdi um barnaansingina
Yvir 400 foreldur blivu spurd um tey høvdu tikið- børnini úr stovni, ella av bíðilista, um tey afturfyri fingu 1.500 krónur um mánaðin í kontantum frá býráðnum.
Men tað er lítil áhugi fyri.
Av teimum yvir 400 spurnarbløðunum, fekk býráðið bara 178 aftur.
? Og av teimum vóru tað bara 38, sum vóru sinnað at taka børnini av bíðilista og tvey vildu taka tey úr stovni.
? Hini 138 vildu heldur hava røktarpláss til børnini enn fáa 1.500 kr. frá kommununi, sigur Elin Lindenskov.
Sjálv er hon hart ímóti kontanthjálpini, tí hon heldur, at tað eggjar til svarta dagrøkt og svartarbeiði og er ongn varandi loysn.
Hon heldur, at frægasta loysnin er at byggja tey fýra býlingshúsini, Tað Millum Gilja, tað á Flat, tað á Ternuryggi, og tað Undir falli út, so pláss verður fyri 20 børnum afturat í hvørjum.
Hon sigur, at tvey av teimum kunnu byggjast út fyri tær 2,5 milliónirnar, býráðið hevur.
? Men tað merkir ikki, at ikki onnur uppskot kunnu verða góð, og vit eru opin fyri øllum uppskotum, sigur formaðurin í Sosialu nevnd.
Og nú fer hon so at royna at savna nevndina aftur týsdagin, tí tá hevur hon kalla sosialu nevnd aftur til fund.
Hevði ikki tíð
Tað eydnaðist okkum bara at fáa fatur á tí eina býráðsliminum, í sosialu nevnd, sum ikki var á fundi týsdagin.
Tað er Heðin Mortensen, sum sigur, at hann hevði ikki tíð at fara á fundin.
? Tað var harmiligt, at so fáir møttu upp, men sjálvur fekk eg ikki verið á fundi.
? Tað er avgjørt ikki vanligt, at fundirnir ikki eru viðtøkuførir, tí ov fáir býráðslimir møta upp. men táið øll ganga og bíða eftir hvørjum øðrum, kann slíkt henda.
? Eg var upptikin øðrum, týdningarmiklum arbeiði og slapp tí ikki á fundin, hóast hann eisini er týdningarmikil.
? Fundurin var lagdur uttanfyri vanliga fundartíð við tað, at hetta var ikki vanlig fundarvika hjá okkum, og tí passaði alt ikki saman, sigur hann
Hann hevði ikki givið avboð til fundin, tí hann hevði ætlað sær at lukkast á tann fundin eisini, men tað miseydnaðist, tí hitt dróg út.
Annars vísir hann á, at hann er ikki í meirilutanum í býráðnum.
Og hann hevði fingið at vita, at meirilutin onki onki ítøkiligt uppskot at leggja fyri nevndina. Tí helt hann ikki, at hetta hevur skund akkurát til komandi býráðsfund.
? Men hetta venda vit aftur til, og tað skal nokk laga